Ítróttur

Magnus Holm Jacobsen gjørt 2 ára sáttmála við 07 Vestur

Magnus Holm Jacobsen hevur gjørt avtalu við 07 Vestur komandi 2 árini

2025-11-26 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Magnus spældi fyrstu ferð við okkum, tá ið Michael Schønberg var venjari í 2023. Sterki miðvallarin blómaði í 07 vestur-búnanum, og tað var stórur saknur í honum, tá ið hann fór frá okkum. Í summar kom hann so aftur til okkum, fyri at hjálpa liðnum undan niðurflyting. Og tað eydnaðist.
Sambært Faroe Soccer, hevur Magnus spælt 148 dystir í bestu deildini, har teir flestu eru leiktir við B36. Hann hevur eisini leikt við B68 og HB.
Vit gleða okkum at síggja Magnus aftur komandi ár í hvítum!!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder