Hermann Oskarsson og Hans Ellefsen hava svarað grein míni um tilfeingisrentu. Vit eru samdir um, at vinnan skal rinda fyri rættin at gagnnýta felags tilfeingi. Ósemjan snýr seg um, hvussu rentan verður máld, hvussu gjaldið verður lagt, og hvørjar avleiðingarnar verða fyri íløgur, kappingarføri og føroyskt vinnuvirksemi.
Samandráttur
Ósemjan millum okkum snýr seg ikki um, hvørt fiskivinnan og alivinnan skulu rinda fyri rættin at gagnnýta felags tilfeingi. Ósemjan snýr seg um, hvussu tilfeingisrentan verður roknað, hvussu gjaldið verður kravt inn, og hvørjar avleiðingar skipanin hevur fyri íløgur, váða, kappingarføri og føroyskt vinnuvirksemi.
Í greinini vísi eg aftur pástandinum um, at ein milliard krónur í óinnheintaðari tilfeingisrentu er ein staðfest upphædd, sum uttan avleiðingar kann flytast í landskassan. Úrslitið hjá Hermanni og Hansi byggir á fyritreytir um millum annað lønir, kapitalavkast, virðið á skipum og útgerð og ein ástøðiligan flota við færri skipum. Broytast fyritreytirnar, broytist úrslitið eisini. Tað ber tí heldur ikki til at staðfesta, at hvør arbeiðandi føroyingur rindar 30.000 krónur eyka í skatti, tí ein mett tilfeingisrenta ikki verður kravd inn.
At skip og feløg við fiskirættindum verða seld fyri stórar upphæddir vísir, at rættindini hava eitt kapitaliserað virði. Tað prógvar tó ikki støddina á einari árligari tilfeingisrentu. Nógvir núverandi rættindahavarar hava heldur ikki fingið sína vinnuligu støðu ókeypis, men hava keypt skip, feløg og rættindi frá øðrum. Verður vinningur av sølu av veiðirættindum staðfestur, verður hann harumframt serliga og hart skattaður.
Uppboðssøla kann áseta ein prís, men tað er ikki tað sama sum, at hon staðfestir ta røttu tilfeingisrentuna ella gevur besta samfelagsliga úrslitið. Landið er einasti útbjóðari, talið av veruligum bjóðarum er avmarkað, og kapitalur, skip, manning og marknaðaratgongd skapa stórar inngonguforðingar, tað vil siga møguleikar at koma uppí part at bjóða. Uppboðssøla kann eisini gera rættindini til ein fastan kostnað, fremja miðsavning og geva verandi og væl fíggjaðum aktørum ein fyrimun. Verður skipanin latin upp fyri útlendskum reiðaríum uttan samsvarandi føroyska atgongd uttanlands, kann kappingin gerast ójøvn og føroyski flotin hvørvur. Avleiðing er mist virksemi bæði á landi og sjógvi, lægir skattainntøkur osf.
Føroyskar og altjóða royndir vísa, at marknaðurin og uppboðssølan mugu metast eftir teimum ítøkiligu fortreytunum. Tí er tað ov einfalt at samanbera eina kvotuuppboðssølu við eina vanliga byggiútbjóðing. Greinin viðgerð eisini norsku tølini um tilfeingisskatt á aling og vísir, at sjálvur tilfeingisskatturin ikki kann metast leysur frá framleiðslugjaldi, mótrokning, íløgum, kostnaði og árliga lønseminum.
Ein fakliga haldgóð skipan eigur í størri mun at byggja á staðfestan vinning og realistiskar metingar av lønum, kapitali, váða og íløgum. Hon eigur at verða roynd á ítøkiligar verkætlanir fyri og eftir skatt. Skattlig tap og íløgur mugu hava veruligt og rættstundis virði, um skatturin skal vera neutralur og ikki gera annars lønsamar verkætlanir ólønsamar.
At enda verður víst á, at skjótt vaksandi og sveiggjandi inntøkur frá tøkugjaldi og veiðigjaldi kunnu økja tað fíggjarpolitiska rásarúmið og gera tað lættari at hækka varandi útreiðslur. Tí eiga slíkar inntøkur ikki uttan víðari at gerast grundarlag undir varandi rakstri, men í størri mun at verða javnaðar, spardar, nýttar til skuldarlækking ella til avmarkaðar íløgur.
Greinin lýsir hesi sjónarmið og fakligu fyrivarnini nærri. Aftast í greinini er ein samlaður keldulisti við leinkjum til frágreiðingar, gransking, lóggávu og annað tilfar, sum áhugað kunnu brúka til at seta seg nærri inn í evnið.
Grein.
Takk til Hermann Oskarsson og Hans Ellefsen fyri eitt siðiligt mótsvar. Vit verða neyvan samdir um øll viðurskifti, og tí er eingin orsøk til at gera kjakið longri enn neyðugt. Men nakrir av pástandunum í greinini “Rætt ella rættvíst” krevja eina fakliga viðmerking, áðrenn kjakið kólnar.
Ósemjan snýr seg ikki um hvørt vinnan skal rinda
Ein stórur partur av innganginum hjá Hermanni og Hans snýr seg um, at mótstøðan móti veiðu- og tilfeingisgjøldum er viknað, og at tað nú er breið semja um, at vinnan skal rinda fyri rættin at gagnnýta felags tilfeingi.
Eg havi ikki ført fram, at fiskivinnan og alivinnan einki skulu rinda. Tvørturímóti havi eg ført fram, at vinnan sjálv átti at vera við til at seta karmarnar fyri einari skilagóðari og haldgóðari gjaldsskipan.
Vit kunnu tí gera henda partin stuttan. Fiskurin og aliøkini eru felags tilfeingi, og vinnurnar skulu rinda fyri serliga rættin at gagnnýta tey. Ósemjan snýr seg um hesar spurningar:
- Hvussu verður tilfeingisrentan roknað?
- Hvussu nógv av yvirskotinum stavar frá náttúruni, og hvussu nógv stavar frá arbeiði, íløgum, váða, dugnasemi og nýskapan?
- Hvussu eigur gjaldið at verða kravt inn?
- Hvussu høgt kann gjaldið vera, áðrenn tað minkar um íløgur, kappingarføri og samlaðu virðisøkingina?
Hetta eru ikki smálutir. Hetta er kjarnin í málinum.
Ein milliard er ein meting
Hermann og Hans vísa til útrokningar, sum meta, at óinnheintaða tilfeingisrentan í fiskivinnuni er meira enn ein milliard krónur um árið. Men teir viðurkenna sjálvir, at slíkar útrokningar bert eru ábendingar, sum byggja á ávísar fortreytir. Tá ber ikki samstundis til at viðgera úrslitið sum eina staðfesta upphædd, ið liggur klár í vinnuni og uttan avleiðingar kann flytast í landskassan.
Í útrokningini hjá Hansi verður eitt vanligt kapitalavkast sett til 6 prosent, ein vanlig ársinntøka verður sett til 700.000 krónur, og vinningur oman fyri hesi mørk verður í høvuðsheitum tilskrivaður náttúruni. Í fiskivinnuni verður kapitalurin mettur við støði í virðinum á skipunum og í alivinnuni við støði í materiellu støðisognini.
Tað er eitt møguligt roknistykki. Tað er ikki ein náttúrulóg. Úrslitið broytist munandi, um:
- veruligar sáttmálalønir verða brúktar heldur enn ein ásett normalløn
- hædd verður tikin fyri, at skipini verða mannað við fleiri manningum
- kapitalgrundarlagið fevnir um allan neyðugan rakstrar- og íløgukapital
- avkastkravið verður lagað til biologiskan, politiskan, fíggjarligan og marknaðarligan váða
- um støðið verður tikið í veruliga flotanum heldur enn einum ástøðiligum optimalum flota við færri skipum
- virðið av leiðslu, nýskapan, effektivisering og betri marknaðaratgongd verður skilt frá sjálvari tilfeingisrentuni
Um lønin verður sett lægri enn veruliga lønin, veksur roknaða tilfeingisrentan. Verður kapitalurin settur ov lágt, veksur hon aftur. Verður ein lægri, ástøðilig manning ella ein minni floti lagdur til grund, veksur hon enn meira.
Ein roknimyndil vísir úrslitið av teimum fortreytum, sum verða lagdar inn í hann. Tí eigur ein meting upp á eina milliard ikki at verða løgd fram sum eitt punktligt og óheft fakta. Fakliga rættari hevði verið at lagt fram fleiri úrslit undir ymiskum, realistiskum fortreytum og víst, hvussu viðkvæmt úrslitið er fyri lønum, kapitali, rentu, samanseting av flota og váða.
Hetta er serliga viðkomandi, tá Hans brúkar eitt avkastkrav upp á 6 prosent. Í norsku almennu frágreiðingini um tilfeingisskatt á aling verður í einum roknidømi nýtt 10 prosent avkastkrav fyri ótryggar pengastreymar. Ein risikofrí renta verður bert nýtt, tá fyritøkan hevur fulla trygd fyri frádráttinum, og landið ber sín lutfalsliga part av møguligum halli. Avkastkrav og skattlig symmetri mugu tí síggjast í samanhangi.
Arbeiðandi føroyingar rinda ikki sjálvvirkandi 30.000 krónur eyka
Hermann og Hans skriva, at hvør arbeiðandi føroyingur rindar umleið 30.000 krónur eyka í skatti, tí fiskirættindini verða latin fyri minni enn tað, teir meta sum fullan prís. Hetta er eitt politiskt roknidømi, ikki eitt staðfest búskaparligt orsakasamband.
Niðurstøðan hevði bara verið røtt, um vit vistu, at øll tann metta milliardin veruliga kundi verið kravd inn, at hetta kundi gerast uttan ávirkan á íløgur, rakstur, lønir og aðrar skattainntøkur, og at hvør króna í øktum tilfeingisgjøldum sjálvvirkandi varð brúkt til at lækka persónsskattin. Einki av hesum verður prógvað í greinini.
Landskassin ásetur ikki persónsskattin við at býta eina ástøðiliga óinnheintaða tilfeingisrentu millum arbeiðsfjøldina. Almennar inntøkur og útreiðslur verða ásettar politiskt, og eitt hægri veiðigjald tryggjar ikki í sjálvum sær eina samsvarandi lækking í lønarskattinum.
Rætta samfelagsbúskaparliga roknistykkið er nettoúrslitið. Veiðigjøld, partafelagsskattur, lønarskattur, skattur av vinningsbýti, íløgur, arbeiðspláss, útflutningur og avleitt virksemi skulu roknast saman. Bruttoinntøkan í landskassan undir einum ávísum gjaldsheiti er ikki tað sama sum samlaði samfelagsbúskaparligi vinningurin.
Søluprísur prógvar virði, men ikki árligu tilfeingisrentuna
Tað er rætt, at skip og feløg við fiskirættindum verða seld fyri stórar upphæddir, og at rættindini tí hava eitt kapitaliserað virði. Men tað prógvar ikki, at ein ávís milliard er tøk til skatt á hvørjum ári.
Prísurin á einum felagi kann fevna um skip, útgerð, manning, leiðsluførleika, marknaðaratgongd, sáttmálar, væntaðar samlegdarvinningar (stórrakstrarfyrimunur) og væntingar um framtíðar fiskiskap. Hann er nútíðarvirðið av væntaðum framtíðar pengastreymum eftir gjøld, skattir, kostnað og váða.
Ein søluprísur er tí ein týdningarmikil marknaðarlig ábending, men hann skilur ikki sjálvvirkandi ímillum tilfeingisrentu, regulatiónsrentu, dugnasemi, goodwill og aðra virðisøking. Trupulleikin við uppboðssølu er sostatt ikki, at tað er ómøguligt at áseta ein prís. Spurningurin er, hvat prísurin umboðar, hvør kann bera hann og mest týðandi, hvørjar strukturellar avleiðingar skipanin fær fyri alla vinnuna.
Rættindini eru ikki bara latin, men eisini keypt
Hermann og Hans skriva fleiri ferðir, sum um núverandi reiðarí hava fingið fiskirættindini ókeypis frá Løgtinginum. Hetta er ein ov einføld lýsing.
Løgtingið ásetur løgfrøðiligu karmarnar og veitir sjálvan rættin at fiska. Men tað er ikki tað sama sum, at allir núverandi rættindahavarar hava fingið sína vinnuligu rættindi ókeypis. Ein týðandi partur av miðsavningini er farin fram við keypi og sølu. Reiðarí hava keypt skip, feløg, partabrøv og ræði á rættindum frá øðrum og hava goldið fyri tað kapitaliseraða virðið, sum væntað varð at liggja í framtíðar fiskiskapinum.
Hetta viðurkennir skattalógin eisini. Tá søluvinningurin verður gjørdur upp, kann kostnaðurin fyri keyp av rættindunum verða drigin frá søluupphæddini.
Her er ein innanhýsis mótsøgn í grundgevingini hjá Hermanni og Hans. Teir brúka privata søluprísin á skipum og feløgum sum prógv fyri, at rættindini hava eitt stórt virði. Samstundis lýsa teir núverandi rættindahavarar, sum um hesir bara hava fingið virðið ókeypis frá tí almenna. Um privatu handlarnir eru prógv fyri virðið, eru teir eisini prógv fyri, at keypararnir hava goldið fyri at koma í hesa vinnuligu støðuna.
Hetta merkir ikki, at tað almenna ikki kann krevja veiðigjald. Men skilt má verða ímillum upprunaliga almenna rættin og ta vinnuligu støðuna, sum ein seinni eigari hevur keypt og fíggjað. Hesin útveganarkostnaður kann ikki strikast úr roknistykkinum, tá tilfeingisrentan verður mett.
Søluvinningurin verður serliga skattaður
Tá søluprísir á skipum og feløgum verða brúktir sum prógv fyri stórum óskattaðum virðum, eigur eisini at verða upplýst, at vinningur av sølu av veiðirættindum verður serliga og hart skattaður.
Fyritøkan kann frammanundan hava goldið veiðigjøld, partafelagsskatt, lønarskatt og onnur gjøld í rakstrartíðini. Verða veiðirættindini ella eitt felag, sum ræður yvir teimum, seinni seld við vinningi, verður vinningurin fevndur av serligu lógini um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum.
Er seljarin eitt felag, er serskatturin 50 prosent av skattskylduga søluvinninginum. Goldni serskatturin kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni, áðrenn vanligur felagsskattur verður roknaður.
Dømið niðanfyri byggir á, at eitt felag hevur ein skattskyldugan søluvinning upp á eina millión krónur eftir frádrátt fyri møguligan útveganarkostnað og ongan annan frádrátt.
Rokning | Upphædd |
Skattskyldugur søluvinningur | 1.000.000 kr. |
Serskattur 50 prosent | 500.000 kr. |
Eftirverandi grundarlag til felagsskatt | 500.000 kr. |
Felagsskattur 18 prosent | 90.000 kr. |
Samlaður skattur í felagnum 59 prosent | 590.000 kr. |
Eftir í felagnum | 410.000 kr. |
Vinningsbýtisskattur 35 prosent av 410.000 kr. | 143.500 kr. |
Samlaður skattur um alt verður goldið eigaranum 73,35 prosent | 733.500 kr. |
Eftir hjá eigaranum | 266.500 kr. |
Dømið vísir, at av einari millión í skattskyldugum vinningi verða 590.000 krónur rindaðar í serskatti og felagsskatti. Verða tær eftirverandi 410.000 krónurnar allar goldnar einum likamligum eigara (persóni) sum vinningsbýti, verða 143.500 krónur rindaðar í vinningsbýtisskatti. Samlaða skattingin verður tá 733.500 krónur, og eigarin fær 266.500 krónur eftir.
Hevur seljarin áður goldið fyri rættindini, verður útveganarkostnaðurin drigin frá, áðrenn serskatturin verður roknaður. Søluprísurin er sostatt ikki eitt skattafrítt virði, sum rættindahavarin kann taka úr vinnuni. Samfelagið fær ein stóran part av staðfesta søluvinninginum gjøgnum serskatt, felagsskatt og, um peningurin verður latin eigaranum, vinningsbýtisskatt.
Tað ber ikki til fyrst at brúka kapitaliseraða søluvirðið sum prógv fyri einari stórari óinnheintaðari tilfeingisrentu og samstundis síggja burtur frá bæði útveganarkostnaðinum hjá keyparanum og teirri serligu skattingini, sum verður framd, tá vinningurin verður staðfestur við sølu.
Gjald og skattur ávirka bæði pengastreymar
Hermann og Hans leggja dent á, at gjaldið fyri fiskirættindi ikki er tað sama sum skattur av yvirskoti. Løgfrøðiliga og tekniskt er tað kanska rætt. Men fyri eina íløguavgerð er tann samlaði kapitalstreymurin avgerðandi, tú má taka øll inn og útgjøld við! Tað vil siga at uppboðsgjaldið, kilogjald og annar skattur, ávirkar kapitalvirðið umvegis samlaða kapitalstreymin og harvið møguleikan at fíggja verkætlanina.
Munurin er, hvussu váðin verður býttur. Ein yvirskotsgrundaður skattur hækkar, tá vinningurin hækkar, og lækkar, tá vinningurin lækkar. Eitt uppboðsgjald er goldið ella fíggjað frammanundan. Falla fiskaprísirnir, minkar kvotan ella hækka olju- og rentuútreiðslurnar, er gjaldið framvegis goldið. Tað ger uppboðsgjaldið til ein fastan kostnað í tí tíðarskeiðinum, sum rættindi fevna um.
Regluligar uppboðssølur laga prísin á komandi uppboðssølum. Tær broyta ikki kostnaðin á einum rætti, sum longu er keyptur.
Marknaður er ikki eitt eintýtt hugtak
Hermann og Hans gera eina samanberingin við eina byggifyritøku, sum bjóðar upp á eina almenna verkætlan. Tað heldur heldur ikki heilt. Hon byggir á ta fyritreyt, at ein uppboðssøla virkar á sama hátt tvørtur um vinnur. Men marknaðir hava ymiskar bygnaðir, ymiskar inngonguforðingar og ymisk váðabýti. Tí ber ikki til at tosa um marknaðin sum eitt eins vorðið fyribrigdi og síðani flyta niðurstøður beinleiðis frá einari vinnu til aðra.
Í ástøðinum um fullkomna kapping eru so nógvir seljarar og keyparar, at eingin einstakur aktørur kann ávirka prísin. Í hinum endanum er monopol, har ein seljari møtir fleiri keyparum og hevur valdið á marknaðinum. Harímillum eru millum annað monopolistisk kapping, oligopol og aðrir formar við. Prísurin og úrslitið valdast tí ikki bara um, at ein handil verður nevndur marknaður, men um talið av keyparum og seljarum, inngonguforðingar, kunning, fígging, substituttir og samráðingarvald.
Ein kvotuuppboðssøla líkist ikki fullkomnari kapping. Landið er einasti útbjóðari av júst hesum almenna rættindinum, nøgdin er lívfrøðiliga og politiskt avmarkað, og bert fáir aktørar hava veruligan førleika at bjóða. Fyri at koma inn skal ein nýggjur aktørur vanliga hava ella fíggja skip, útgerð, manning, veiðuloyvi, rakstrarfígging, marknaðaratgongd og førleika at bera sveiggj í kvotum, prísum og kostnaði. Hetta eru veruligar inngonguforðingar, hóast lógin formliga loyvir øllum at lata eitt boð inn.
Porters Five Forces er ein kend greiningarramma. Hon hyggur ikki bara at prísinum, men eisini at kappingini millum verandi aktørar, hóttanina frá nýggjum kappingarneytum, samráðingarvaldinum hjá seljarum og keyparum og møguleikanum fyri substituttum. Hugsa vit um fiskirættindi verður greitt, at landið hevur eina serstøðu sum útbjóðari, at talið av veruligum bjóðarum er lítið, og at kapital- og rakstrarkrøvini verja teir aktørar, sum longu hava skip, manning og marknaðaratgongd. Uppboðssølan loftar ikki hesum viðurskiftum. Hon virkar inni í teimum.
Framløgan hjá Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya um uppboðssølurnar frá 2016 til 2019 stuðlar hesum fyrivarninum. Niðurstøðan var, at uppboðssølurnar ikki fingu nýggjar aktørar inn. Framløgan vísir eisini á, at høgu nominellu boðini kunnu tulkast sum, at verandi rættindahavarar vóru sinnaðir at rinda fyri at varðveita inngonguforðingarnar. Tað prógvar ikki, at eingin uppboðssøla kann virka, men tað vísir, at formligur rættur at bjóða ikki er tað sama sum verulig og javnbjóðis atgongd til marknaðin.
Byggifyritøkan og reiðaríið standa tí í tveimum ymiskum búskaparligum støðum. Byggifyritøkan bjóðar eina lýsta veiting og fær goldið fyri hana, ofta við ásettum treytum um broytingar, tíðarætlan og ábyrgd. Hon kann vanliga eisini bjóða upp á aðrar almennar og privatar verkætlanir, um hon ikki vinnur ta einstøku útbjóðingina. Tað vil siga nógvir keyparar og seljarar. Reiðaríið rindar hinvegin fyri rættin til eitt lívfrøðiliga og marknaðarliga óvist tilfeingi, har samlaða útboðið er avmarkað og fáir veruligir alternativir marknaðir eru. Skip eru avmarkað í møguleikum umvegis rættindum. Skip og útgerð eru kapitaltung, og reiðaríið kann ikki uttan víðari flyta hesa framleiðslueindina yvir í eina aðra uppgávu, tí alt er regulerað við rættindum.
Báðar vinnur hava váða, men sáttmálarnir, marknaðarbygnaðurin, alternativini, váðabýtið og pengastreymarnir eru grundleggjandi ymisk. Tí kann ein byggiútbjóðing ikki brúkast sum einfalt prógv fyri, at ein kvotuuppboðssøla gevur sama kappingarúrslit ella staðfestir eina objektiva tilfeingisrentu.
Ráðstevnan í Løkshøll vísti eina fjølbroytta mynd
Ráðstevnan um tilfeingisgjald í Løkshøll í mars 2023 vísti, at breið semja var um, at vinnurnar skulu rinda. Men ósemja var bæði um støddina á gjøldunum og um, hvussu tey skulu krevjast inn.
Ráðstevnan vísti eisini, at Føroyar søguliga høvdu kravt lutfalsliga meira inn enn grannalondini. Noreg hevði tá einki tilfeingisgjald á fiskivinnuna, og íslendska gjaldið varð lýst sum ein brotpartur av tí føroyska. Føroyar vóru greitt millum londini við hægstu gjøldunum í okkara samanberingar-grundarlagi.
Yvirskotsgrundað gjald og neutralitetur
Karen Helene Ulltveit-Moe mælti til eina yvirskotsgrundaða skipan, tí eitt kilogjald kann broyta eitt yvirskot til undirskot. Hon legði dent á, at skatturin ikki má ávirka íløguáhugan, og at landið má taka lut í bæði vinningi og tapi, um skatturin skal vera neutralur. Tað er dømir um føroyskar alifyritøkur aftra seg við at taka ivasom aliøkir í nýtslu, tí fasta gjaldið merkir, at eitt lítið yvirskot verður til undirskot, júst soleiðis sum Karen Helene førir fram.
Ragnar Nystøyl vísti á, at føroyska alivinnan hevur náttúrugivnar fyrimunir, men eisini at úrslitini eru skapt við dugnasemi, størri smolti, betri fóðurúrtøku, lægri felli og stórum íløgum. Hann ávaraði um, at ov stór inntriv kunnu tálma íløgur og vikna kappingarførið mótvegis aling á landi og til havs.
Bård Misund vísti á, at búskaparfrøðin ikki er einmælt um, hvussu nógv av óvanliga lønseminum í alivinnuni er náttúru-tilfeingisrenta. Ein partur kann vera regulatiónsrenta, og ein partur kann stava frá dugnasemi, tøkni og effektiviteti. Birgir Thór Runólfsson legði dent á, at ov høg gjøld kunnu draga kapital úr vinnuni, ávirka íløgur og fáa aktørar at fara úr vinnuni.
Eg standi sostatt ikki einsamallur við sjónarmiðinum um, at gjaldið eigur at byggja á staðfest yvirskot, realistiskt kapitalavkast og ítøkiligar greiningar av veruligum verkætlanum.
Veruligar verkætlanir mugu roynast
Professararnir Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås hava við verkætlanarútrokningum víst, at skeivt skipaður tilfeingisskattur kann gera samfelagsbúskaparliga lønsamar verkætlanir ólønsamar fyri fyritøkuna. Serliga kunnu kapitaltungar loysnir sum afturlatin aling, hálvafturlatin aling og aling til havs verða raktar.
Teir eru ikki ímóti einum serskatti. Teir mæla til ein hóvligan og meira neutralan skatt. Hettar vísir at tað er munurin á einum fakligum kjaki um skipanina og einum einføldum kjaki fyri ella ímóti gjaldi.
Uppboðssølan gevur ein prís, men ikki neyðturviliga rætta prísin
Hermann og Hans hava rætt í at á eini uppboðssølu við felags avrokningarprísi rindar hægsti bjóðari ikki neyðturviliga sítt egna hægsta boð. Lægsta vinnandi boðið kann gerast prísurin hjá øllum vinnandi bjóðarum. Tað broytir tó ikki høvuðsatfinningina.
Prísurin verður framvegis ásettur av marginala vinnandi boðnum undir teimum ítøkiligu reglunum, sum politiski myndugleikin hevur valt. Tað fevnir millum annað um, hvør kann bjóða, hvussu stórir lutirnir eru, hvussu leingi rættindini galda, hvørjar trygdir krevjast, og hvussu nógv verður boðið út. Uppboðssølan tekur sostatt ikki politikkin úr skipanini. Hon flytur politisku avgerðirnar til sjálvt designið á uppboðssøluni.
Gransking av føroysku uppboðssølunum vísir, at uppboðssølur við felags ella lægri avrokningarprísi kunnu geva rúm fyri strategiskari boðgeving og samstarvslíknandi atburði. Greinin Epic Fail How Below Bid Pricing Backfires in Multiunit Auctions brúkar føroyskar kvotuuppboðssølur sum empiriskt grundarlag og finnur prógv, ið samsvara við ástøðið um, at slíkar uppboðssølur kunnu gera tað lættari at halda prísinum niðri við strategiskum boðum.
Ein marknaðarprísur er tí ikki óheftur av kappingini og reglunum. Er marknaðurin lítil, eru fáir bjóðarar, ella hava bjóðararnir ymiskar fortreytir, kann prísurin víkja frá bæði tilfeingisrentuni og samfelagsliga virðinum.
Føroysku uppboðssølurnar góvu ikki javnbjóðis atgongd
Hermann og Hans skriva, at uppboðssølan gevur øllum borgarum møguleika at kappast, og at eingin hevur fyrimun fram um onnur. Hetta ljóðar væl sum ástøði, men samsvarar ikki við tær føroysku royndirnar.
Ein framløga frá Fróðskaparsetri Føroya um føroysku uppboðssølurnar 2016 til 2019 staðfestir beinleiðis, at eingir nýggir aktørar komu inn. Framløgan vísir eisini á, at høgu nominellu boðini kunnu tulkast sum ein roynd hjá verandi rættindahavarum, at varðveita forðingarnar móti nýggjum kappingarneytum.
Formligur rættur til at lata eitt boð er ikki tað sama sum veruliga javnbjóðis atgongd. Ein nýggjur aktørur skal møguliga fíggja skip, manning, útgerð, umsiting og kvotur samstundis. Ein verandi aktørur við skipum, manning, fígging og óbrúktari kapasiteti skal bert meta um marginala kostnaðin av at fiska nøkur tons afturat.
Norsk empirisk gransking av umsetiligum kvotum vísir somuleiðis, at skip, sum longu høvdu stórar kvotur, eigarar við fleiri skipum og skip við høgum avreiðingarvirði, keyptu meira kvotu. Skipanin økti effektivitetin, men førdi eisini til størri miðsavning á skipa-, eigara- og økir í landinum.
Tað er tí ein falskur mótsetningur at siga, at antin vinnur tann dugnaligasti ella tann ríkasti. Dugnasemi hevur týdning, men fígging, trygd, verandi kapasitetur og evnið at bera tap hava eisini týdning.
Útlendsk kapping kann vera ójøvn
Verður uppboðssølan latin upp fyri útlendskum reiðaríum, kemur ein onnur strukturell avbjóðing afturat. Um útlendsk reiðarí sleppa at bjóða upp á føroysk rættindi, meðan føroysk reiðarí ikki hava samsvarandi atgongd til fiskirættindi í teirra londum, er talan ikki um javnbjóðis kapping.
Eitt útlendskt reiðarí við verandi skipum, rakstri og yvirkapasiteti kann meta føroysku kvotuna eftir marginalkostnaðinum. Ein føroyskur aktørur, sum skal fíggja alla framleiðslueindina, hevur eitt heilt annað roknistykki. Útlendski aktørurin kann tí bjóða hægri, ikki tí hann skapar størri virði fyri føroyska samfelagið, men tí kostnaðargrundarlagið og marknaðaratgongdin eru ymisk.
Úrslitið kann verða, at rættindi, virksemi, leiðsluførleiki og avleidd arbeiðspláss flyta av landinum. Hægsta boðið er tí ikki altíð tað sama sum størsta samfelagsliga virðið fyri Føroyar.
Altjóða royndir geva orsøk til varsemi
Uppboðssøla kann virka undir røttu fortreytunum. Men søgan vísir eisini, at hon ikki er ein sjálvvirkandi succes.
Í russiska Fjareystri vórðu fiskikvotur seldar á uppboði árini 2001 til 2003 fyri at tryggja landskassanum tilfeingisrentu og gera útlutanina meira gjøgnumskygda. Granskingin vísir, at skipanin gav statinum inntøkur, men samstundis minkaði lønsemið, skuldin hjá vinnuni vaks, og ólóglig veiða kann vera økt. Uppboðssøluskipanin varð avtikin í 2004.
Russisku viðurskiftini kunnu ikki flytast beinleiðis til Føroya, og trupulleikarnir vóru eisini knýttir at veikum eftirliti. Men dømið vísir, at úrslitið veldst um marknað, eftirlit, fígging, atburð og design. Uppboðssøla er ikki ein búskaparlig náttúrulóg.
Vit eiga ikki at gera alla føroysku fiskivinnuna til eina stóra royndarskipan við tí grundgeving, at marknaðurin altíð fer at finna røttu loysnina. Nýggj rættindi kunnu møguliga bjóðast út í avmarkaðum og væl eftirmettum royndum. Tað er nakað annað enn at gera uppboðssølu til einasta ella yvirskipaða grundarlag undir allari vinnuni.
Norsku tølini hava fleiri frágreiðingar
Hermann og Hans vísa til, at norski tilfeingisskatturin á aling gav nógv minni enn væntað, og seta hetta í samband við innanhýsis prísáseting í vertikalt integreraðum samtøkum. Innanhýsis prísáseting er ein verulig avbjóðing. Men norski fíggjarmálaráðharrin sigur eisini í sama svari, at tað ikki er eitt mál, at skatturin skal geva eina ávísa upphædd hvørt ár. Inntøkan skal sveiggja við lakseprísum, gjaldoyra, kostnaði, íløgum og árliga lønseminum.
Tølini fyri 2024 vóru heldur ikki endalig. Norsku skattamyndugleikarnir kunnu broyta skattaálíkningina í upp til fimm ár.
Harumframt vóru tær 469 milliónir norsku krónurnar nettoinntøkan frá sjálvum tilfeingisskattinum eftir mótrokning. Afturat komu 1,359 milliardir krónur í framleiðslugjaldi til kommunurnar. Samlaða almenna inntøkan frá hesum báðum skipanum var sostatt umleið 1,8 milliardir norskar krónur í 2024.
Norsku royndirnar vísa fyrst og fremst, hvussu torført tað er í verki at skilja virðisøkingina á sjónum frá restini av einari integreraðari virðisketu. Tað stuðlar kravinum um varsemi og veruligar roknskaparligar greiningar. Tað prógvar ikki, at ein ástøðiliga roknað milliard uttan trupulleikar kann krevjast inn í Føroyum.
Rættvíst er eisini ein búskaparligur spurningur
Hermann og Hans skriva, at eingin prísur er rættvísur, og at marknaðarprísurin er tað einasta vissa. Men ein marknaður kann í besta føri vísa privata gjaldsviljan undir teimum reglunum, sum eru galdandi. Hann sigur ikki sjálvvirkandi, hvat gevur størsta samlaða virðið fyri samfelagið.
Marknaðarprísurin tekur ikki av sær sjálvum hædd fyri:
- føroyskum arbeiðsplássum og staðbundnum virksemi
- tilbúgving, vinnuligum førleikum og miðsavning
- skattainntøkum frá øðrum virksemi
- reciprociteti mótvegis útlondum (somu treytir báðar vegir)
- framtíðar íløgum og nýskapan
- politiska ynskinum um ein føroyskan flota
Hetta eru samfelagsbúskaparlig og politisk atlit. Tá eg nýti orðið rímiligt ella rættvíst gjald, meini eg ikki, at ein moralsk kensla skal seta kiloprísin. Eg meini, at gjaldið skal vera lutfalsligt, haldført og lagað til veruliga vinningin og váðan. Tað skal geva eigaranum, Føroya fólki, eina rímiliga inntøku, uttan at skattagrundarlagið, íløgurnar og vinnuligi førleikin verða niðurlagað.
At halda, at hægsta boðið altíð er samfelagsliga rætta svarið, er í sjálvum sær ein normativ politisk hugsan, ikki ein óheft vísindalig niðurstøða.
Ein fakliga haldgóð leið
Ein haldgóð skipan eigur eftir mínum tykki at byggja á hesar meginreglur:
- Vinnan skal rinda fyri serlig rættin at gagnnýta felags tilfeingi.
- Gjaldið eigur at byggja á staðfestan vinning heldur enn framleidda mongd.
- Veruligar sáttmálalønir og veruligur arbeiðstími skulu góðtakast.
- Kapitalgrundarlag og avkastkrav skulu samsvara við veruligu íløgurnar og váðan.
- Virðisøking frá arbeiði, tøkni, leiðslu og nýskapan skal skiljast frá tilfeingisrentuni.
- Skattlig tap og íløgur skulu hava fult og rættstundis virði, um skipanin skal kunna kallast neutral.
- Hvørt uppskot skal roynast á ítøkiligar verkætlanir fyri og eftir skatt.
- Karmarnir skulu vera støðugir og frammanundan kendir.
- Uppboðssøla kann nýtast avmarkað, serliga til nýggj rættindi, men hon má ikki gerast eitt endamál í sjálvum sær.
- Áðrenn útlendsk feløg fáa atgongd, má javnbjóðis atgongd og reciprocitetur vera tryggjað (somu treytir báðar vegir).
Málið eigur ikki at vera at taka mest møguligt inn í einum einstøkum góðum ári. Málið eigur at vera størst møguligt og varandi nettovirði fyri føroyska samfelagið.
Tað krevur eitt hóskandi tilfeingisgjald. Men tað krevur eisini lønsamar fyritøkur, føroyskan flota, kappingarførar hýrur, nýggjar íløgur og tøkniliga menning.
Uppboðssølan kann geva okkum ein prís. Hon kann ikki einsamøll siga okkum, hvat er búskaparliga rætt, samfelagsliga gagnligt ella skilagott.
Ískoyti: Sveiggjandi inntøkur mugu ikki gerast varandi útreiðslur
Í frágreiðingini Economic Policy beyond the Pandemic in the Nordic Countries, sum Lars Calmfors og Nora Sánchez Gassen ritstjórnaðu, viðger Torben M. Andersen fíggjarpolitisku avbjóðingarnar í Norðurlondum. Hann leggur dent á, at fíggjarpolitiskir karmar skulu tryggja samanhang millum gongdina í almennum inntøkum og útreiðslum og halda politikkinum á einari miðal- og langtíðarleið. Endamálið er at varðveita haldførið og sleppa undan stuttskygdum avgerðum og einari stop-go-gongd, har útreiðslustøðið verður lyft í góðum tíðum og síðan noyðist at verða skert, tá inntøkurnar minka (Andersen í Calmfors og Sánchez Gassen, 2024, s. 119, 126 og 151–152).
Hetta er viðkomandi í Føroyum. Tilfeingisinntøkurnar hava upp á stutta tíð fingið stóran týdning fyri landskassan og kunnu samstundis sveiggja nógv. Hagstovan vísir til dømis, at tøkugjaldið frá alivinnuni vaks úr 213,1 mió. kr. í 2023 upp í 293,8 mió. kr. í 2024, ein vøkstur á 37,9 prosentum. Tølini siga ikki í sjálvum sær, hvussu høgt gjaldið eigur at vera, men tey vísa, hvussu skjótt fíggjarpolitiska rásarúmið kann broytast.
Tað hevði verið ov avgjørt at staðfesta, uttan eina serstaka empiriska greining, at vøksturin í almennu útreiðslunum er skaptur av tøkugjaldinum og veiðigjaldinum. Men samanhangurin er ein viðkomandi hypotesa: Tá landskassin brádliga fær fleiri hundrað milliónir krónur meira at ráða yvir, verður lættari at hækka raksturin og átaka sær varandi skyldur. Inntøkurnar eru hinvegin tengdar at fiskaprísum, kvotum, lívfrøði og altjóða marknaðum. Vandin er tí, at varandi útreiðslur verða bygdar á eitt inntøkugrundarlag, sum ikki er varandi.
Sum tankadømi kunnu vit ímynda okkum, at ríkisveitingin úr Danmark brádliga vaks við einari milliard krónum. Tað hevði eyðsæð økt almenna rásarúmið og eftirspurningin og kundi hita ein lítlan búskap. Samanberingin er ikki fullkomin. Ein størri ríkisveiting er ein inntøka uttanífrá, meðan tøkugjald og veiðigjald í stóran mun flyta keypsorku frá vinnuni til landskassan innan føroyska búskapin. Men fyri avgerðirnar um almennar útreiðslur er vandin líkur: Ein skjótur inntøkuvøkstur kann festa seg sum eitt hægri, varandi útreiðslustøði.
Búskapargrunnur Føroya er longu ein viðurkenning av hesum trupulleikanum. Eftir galdandi reglum verða tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni oman fyri 350 mió. kr. og frá alivinnuni oman fyri 250 mió. kr. javnaðar yvir sjey ár. Tað er skilagott. Men upphæddirnar upp til hesi mørk verða fluttar landskassanum sama ár og kunnu tí framvegis gerast partur av vanliga rakstrargrundarlagnum.
Tí er spurningurin ikki bara, hvussu nógv vinnan skal rinda, men eisini hvussu landið skal nýta inntøkurnar. Sveiggjandi tilfeingisinntøkur eiga ikki at fíggja varandi vøkstur í rakstrinum. Tær eiga í størri mun at verða javnaðar, spardar, nýttar til skuldarlækking ella til avmarkaðar íløgur, sum ikki skapa varandi rakstrarskyldur. Annars kann landskassin fáa meira inn, samstundis sum fíggjarpolitikkurin og búskapurin gerast meira viðbrekin.
Fróði Magnussen
Umboð fyri Fólkaflokkin á tingi
Keldur og tilfar til tey, sum ynskja at vita meira.
Føroyska orðaskiftið og ráðstevnan í Løkshøll
- Hermann Oskarsson og Hans Ellefsen: „Rætt ella rættvíst“.
URL: https://in.fo/grein/ellefsen-og-oskarsson-raett-ella-raettvist
Mótgreinin hjá Hermanni Oskarsson og Hans Ellefsen, sum henda greinin svarar. Teir viðgera millum annað tilfeingisrentu, skatt, uppboðssølu og spurningin um rættvísa býtið av virðinum av fiskirættindunum. - Hans Ellefsen: „Haldføristrupulleiki og gjøld fyri at nýta náttúrutilfeingi“.
URL: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/haldfoeristrupulleiki-og-gjoeld-fyri-at-nyta-natturutilfeingi
Hans Ellefsen setur gjøldini á fiski- og alivinnuna í samband við haldføristrupulleikan hjá almenna geiranum. Hann metir eisini um støddina á tí tilfeingisrentu, sum eftir hansara meting ikki er kravd inn. - Búskaparráðið og Landsbanki Føroya: „Samanumtøka frá ráðstevnuni um tilfeingisgjald í Løkshøll 17. mars 2023“.
URL: https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/R%C3%A1%C3%B0stevna%20um%20tilfeingisgjald/Samanumt%C3%B8ka%20-%20endaligt.pdf
Samanumtøkan endurgevur sjónarmiðini hjá millum øðrum Karen Helene Ulltveit-Moe, Bård Misund, Ragnar Nystøyl, Ola Flåten og Birgir Thór Runólfsson. Hon viðger stødd og skipan av tilfeingisgjøldum, skattligan neutralitet, váða, íløgur og føroysku gjøldini samanborin við gjøld í grannalondunum.
Tilfeingisskattur og ávirkan á íløgur
- NOU 2019:18: „Skattlegging av havbruksvirksomhet“.
URL: https://www.regjeringen.no/no/dokumenter/nou-2019-18/id2676239/?ch=8
Almenna norska frágreiðingin viðger ymiskar skattaskipanir fyri alivinnuna. Hon lýsir millum annað, at ein neutralur tilfeingisskattur krevur, at staturin tekur lut í bæði vinningi, íløgum og tapi. Frágreiðingin nýtir eisini ymisk avkastkrøv fyri tryggar og ótryggar pengastreymar. - Bård Misund, Petter Osmundsen, Ragnar Tveterås, Benn Folkvord, Ragnar Nystøyl og Knut Henrik Rolland: „Grunnrenteskatt i havbruk – et kunnskapsgrunnlag“.
URL: https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46
Fakliga frágreiðingin viðger grundarlagið undir einum tilfeingisskatti í alivinnuni og møguligar avleiðingar fyri íløgur, nýskapan og kappingarføri. Hon vísir eisini á, at høgt avkast kann stava frá øðrum enn náttúrugivnari tilfeingisrentu, eitt nú regulering, dugnasemi og tøkni. - Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås: „Lakseskatt stopper bærekraftig havbruk“.
URL: https://www.tu.no/artikler/lakseskatt-stopper-baerekraftig-havbruk/477409
Greinin vísir til verkætlanarútrokningar, har ein ávís skattaskipan kann gera kapitaltungar verkætlanir ólønsamar fyri fyritøkuna. Serliga verða aling til havs, afturlatin aling og hálvafturlatin aling nevndar. - Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås: „Vi støtter særskatt på havbruk“.
URL: https://www.kyst.no/lakseskatt-saerskatt/vi-stotter-saerskatt-pa-havbruk/176305
Høvundarnir gera greitt, at teir ikki eru ímóti einum serskatti á alivinnuna. Teir mæla til ein hóvligan og meira neutralan skatt, sum gevur tí almenna inntøkur uttan at skapa stórar skeiklingar. - Stortingið: „Svar um tilfeingisskatt á aling“, 16. januar 2026.
URL: https://www.stortinget.no/no/Saker-og-publikasjoner/Sporsmal/Skriftlige-sporsmal-og-svar/Skriftlig-sporsmal/?qnid=114182
Svarið upplýsir, at norski tilfeingisskatturin á aling gav 469 mió. norskar krónur í 2024. Afturat hesum komu 1,359 mia. kr. í framleiðslugjaldi. Svarið viðger eisini innanhýsis prísáseting og eftirlitið við vertikalt integreraðum alifyritøkum.
Marknaðarbygnaður og uppboðssøla
- Michael E. Porter: „The Five Competitive Forces That Shape Strategy“.
URL: https://hbr.org/2008/01/the-five-competitive-forces-that-shape-strategy
Porter lýsir, hvussu kappingin á einum marknaði verður ávirkað av verandi kappingarneytum, nýggjum aktørum, substituttum og samráðingarvaldinum hjá keyparum og seljarum. Greiningarramman verður nýtt til at lýsa, hví ein kvotuuppboðssøla ikki kann metast sum ein marknaður við fullkomnari kapping. - Zvonko Mrdalo: „User Rights in Fishery and Fish-Farming on the Faroe Islands: The Issue of Rent Capture“.
URL: https://nos-hs.hi.is/files/2022-06/W3.2.%20User%20Rights%20in%20Fishery%20and%20Fish-Farming%20on%20the%20Faroe%20Islands%20Zvonko%20Mrdalo.pdf
Framløgan viðger føroysk brúksrættindi í fiskivinnu og alivinnu. Hon vísir millum annað, at uppboðssølurnar frá 2016 til 2019 ikki fingu nýggjar aktørar inn, og at høgu boðini kunnu tulkast í ljósinum av inngonguforðingum og verandi marknaðarbygnaði. - Daniel Marszalec, Alexander Teytelboym og Sanna Laksá: „Epic Fail: How Below-Bid Pricing Backfires in Multiunit Auctions“.
URL: https://www.cirje.e.u-tokyo.ac.jp/research/dp/2018/2018cf1096ab.html
Granskingin viðger uppboðssølur, har vinnandi bjóðarar rinda ein felags ella lægri avrokningarprís. Greinin nýtir føroyskar kvotuuppboðssølur sum empiriskt grundarlag og finnur úrslit, ið samsvara við ástøðið um strategiska boðgeving og samstarvslíknandi atburð. - Keita Abe, Linda Nøstbakken og Mads Fjeld Wold: „Quota Consolidation in Norwegian Coastal Fisheries“.
URL: https://link.springer.com/article/10.1007/s10640-024-00866-x
Greinin kannar avleiðingarnar av umsetiligum kvotum í norsku strandafiskivinnuni. Hon vísir, at kvotuskipanin økti fráfallið av fiskiførum og hevði varandi býtiðarligar og landafrøðiligar avleiðingar. - Marite Anferova, Markus Vetemaa og Rögnvaldur Hannesson: „Fish quota auctions in the Russian Far East: A failed experiment“.
URL: https://ideas.repec.org/a/eee/marpol/v29y2005i1p47-56.html
Greinin viðger russisku kvotuuppboðssølurnar frá 2001 til 2003. Royndin vísir, at úrslitið av einari uppboðssølu veldst um fígging, eftirlit, marknaðarbygnað og stovnsligar fortreytir og ikki bara um sjálva uppboðssøluna.
Skatting av søluvinningi og vinningsbýti
- Løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum og broytingarnar frá 2022.
URL: https://logir.fo/Logtingslog/94-fra-23-05-2022-um-broyting-i-logtingslog-um-skatting-av-vinningi-fra-solu-av
Lógin ásetur millum annað 50 prosent serskatt av skattskyldugum søluvinningi hjá løgfrøðiligum persónum og 35 prosent hjá likamligum persónum. Skjalprógvaður kostnaður fyri keyp av rættindunum kann dragast frá, áðrenn serskatturin verður roknaður. - TAKS: „Vinningsbýtisskattur“.
URL: https://www.taks.fo/fo/vinna/skattur/vinningsbytisskattur
TAKS upplýsir, at 35 prosent skulu haldast aftur í skatti, tá vinningsbýti verður útlutað til likamligar persónar. Keldan verður nýtt í dømisrokningini av samlaðu skattingini, tá søluvinningur eftir skatt verður latin eigaranum sum vinningsbýti.
Fíggjarpolitikkur og sveiggjandi tilfeingisinntøkur
- Torben M. Andersen: „Fiscal policy challenges in the Nordic countries“. Í Lars Calmfors og Nora Sánchez Gassen (ritstj.), Economic Policy beyond the Pandemic in the Nordic Countries, Nordregio Report 2024:12, s. 119–152.
URL: https://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:1851290/FULLTEXT01.pdf
Kapittulin viðger haldføri í almennu fíggjarstýringini, sambandið millum inntøkur og útreiðslur og tørvin á reglum, sum halda fíggjarpolitikkinum á einari miðal- og langtíðarleið. Serliga viðkomandi eru síðurnar 119, 126 og 151–152. - Hagstova Føroya: „Skattatrýstið veksur“.
URL: https://hagstova.fo/fo/tidindi/skattatrystid-veksur-0
Hagstovan upplýsir, at inntøkurnar frá tøkugjaldinum á alivinnuna vóru 213,1 mió. kr. í 2023 og 293,8 mió. kr. í 2024. Tað er ein vøkstur á 80,7 mió. kr. ella 37,9 prosent. - Landsbanki Føroya: „Búskapargrunnurin – inngjøld og útgjald“.
URL: https://www.landsbankin.fo/fo-fo/buskapargrunnur/inngjoeld-og-utgjald
Landsbankin greiðir frá, at tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni oman fyri 350 mió. kr. og frá alivinnuni oman fyri 250 mió. kr. verða javnaðar yvir sjey ár. Upphæddirnar upp til hesi mørk verða útgoldnar landskassanum sama ár. - Løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya við seinni broytingum.
URL: https://logir.fo/Logtingslog/82-fra-07-06-2011-fra-Buskapargrunn-Foroya-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-170-fra-23
Lógin er formliga grundarlagið undir Búskapargrunninum. Hon ásetur mørkini fyri tilfeingisinntøkur frá fiski- og alivinnuni og reglurnar um at javna upphæddirnar oman fyri mørkini yvir sjey fíggjarár.
Fróði Magnussen 11. oktober 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald