Vinna

Merking av fiski á Føroyabanka

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árliga merkingartúrin.

2023-10-14 08:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havsrtovan: Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum er ein fortreyt fyri, at merktir fiskar verða fingnir aftur.


Merkingarroyndir geva upplýsingar um ferðing og vøkstur hjá fiskinum.


Tilsamans 913 toskar vóru merktir og 274 hýsur. Hetta er fyrstu ferð, at Havstovan merkir hýsu á Føroyabanka.


Toskur er ikki merktur á Føroyabanka síðan 1999.


Túrfrágreiðing sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder