Tann 23. januar kom Gøtunes á Tvøroyri við metstórari sildalast. Gøtunes landaði lastina til Varðan Pelagic, og var samlaða nøgdin 2.644.861 kg, ella 2.644 tons.
Tað hevði við sær, at Gøtunes landaði størstu last, sum er landað av sild til matna nakrantíð.
Tað var tó ikki leingi Gøtunes hevði metið. Tann 28. januar kom Christian í Grótinum á Fuglafjørð, og høvdu bæði skipini havt 2.650 tons á søluni hjá Sildelaget.
Samlaða nøgdin hjá Christian í Grótinum bleiv 2.648.670 kg, ella 2.648 tons. Tað hevur við sær, at lastin Christian í Grótinum landaði til Pelagos í Fuglafirði nú er størsta last sum er landað av sild til matna.
Christian í Grótinum hevði 3,8 tons ella 3.809 kg meira enn hvat Gøtunes hevði.
Talan er um nettotøl og bæði skipini fiskaðu í norskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald