Annað

Miðlafelagið setur nýggj mál

Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í dag havt aðalfund. Fundurin var setakliga væl møttur, nú felagið hevur sett sær nýggj mál, um at vera ein virknari og sjónligari partur av føroyskum fakfelagsarbeiði..

2024-03-16 21:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Formaðurin í felagnum stendur á hvørjum ári fyri beinleiðis vali á aðalfundinum, og fyri níggjundu ferð varð Jón Brian Hvidfeldt valdur sum formaður.

Øssur Winthereig, sum hevur sitið sum næstformaður í 14 ár, tók ikki við afturvali. Fyri hann er Georg L. Petersen nývaldur í nevdini. Georg hevur áður verið formaður í felagnum.

Uni Arge stóð eisini fyri vali og varð einmælt afturvaldur.

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum sær soleiðis út:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
Georg L. Petersen, næstformaður
John Johannessen, kassameistari
Uni Arge, skrivari
Beate L. Samuelsen, nevndarlimur
Krista Johnsdóttir Kreutzmann, tiltakslimur
Jens Kristian Vang, tiltakslimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder