Ítróttur

Miðvágs badmintonfelag hevur havt aðalfund

Miðvágs badmintonfelag hevur havt aðalfund í kvøld

2022-02-22 22:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Miðvágs badmintonfelag hevur havt aðalfund í kvøld.
Fitt av fólki møtti upp til árliga aðalfundin.
Á fundinum var ymist á skránni, millum annað val av nevnd. Og kann MBF gleðast um at fólk er til dystin fús, her vestri í Vágum at stuðla ítróttinum, børnunum at frama.
Nýggja nevndin er mannað av:
Poul Poulsen, formaður
Shakeel Jamil, kassameistari
Nicola Gram, nevndarlimir
Arngrím Thomasen, nevndarlimur
Oystan Jensen, nevndarlimur

Í Miðvágs badmintonfelag eru øll vælkomin at íðka og spæla, bæði ung og gomul.
Miðvágs Badmintonfelag (MBF) var stovnað í 1963 og er millum elstu badmintonfeløgini í landinum. MBF er eitt aktivt ítróttarfelag. Meginparturin av teimum íðkandi eru børn í aldrinum 7-14 ár.
Og so eru væl av motionistum sum spæla eisini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder