Mentan

Milson til minnis

Ikki er tað sørt, at mong minni renna fram fyri ein, nú ein av teimum størstu í føroyskum tónleikalívi, Milson Zachariasen, fór um sýn.

2025-11-06 21:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara vegir krossaðust, tá eg sum blaðungur kom til Havnar at ganga á læraraskúla, tí skjótt gjørdist eg virkin í einum tá nokk so nýggjum bólki, ið kallaðist Faroe Boys.

Ein av fyrstu døgunum á læraraskúlanum kom ein gamal kenningur til mín, Bjarni Skaalum, og bað meg koma framvið í gamla Havnar Klubba, har teir vóru nakrir, ið sungu og spældu saman.

Eg gloymi ongantíð aftur løtuna, tá ið eg á fyrsta sinni møtti Milson. Meðan hinir fenglaðust við síni ljóðføri, var hann í gongd við at greiða eina stóra fløkju av leidningum. Hann hevði reydligt hár og var frøknutur, og so var hann í gulum handskum.

Ikki kendi eg mannin, so Bjarni presenteraði okkum fyri hvørjum øðrum. Tá fekk eg at vita, at hetta var bassspælarin, teknikarin og sjálvur stovnarin av Faroe Boys, Milson Zachariasen.

Hetta skuldi vísa seg at gerast spírin til tað, ið gjørdist eitt lívlangt vinalag okkara millum. Milson var nøkur ár eldri enn eg, men vit vóru sum javnaldrar og høvdu tað gott saman.

Sum sagt, spældi Milson bass, men tá ið hann í 1963 hevði tikið stýrimansprógv, fór hann út at sigla. Hvørja ferð hann var heima aftur, var hann tó við okkum og var altíð nýskapandi, sama hvat hann fór í gongd við.

Ikki minst gjørdist hann kendur sum tann fyrsti her á landi, ið spældi “hawaii”-gittara, sum hann rópti tað steelgittaran. Hetta gjørdi eisini sítt til, at vit fóru at venja og spæla nógvar av sangunum hjá Elvis Presley, har tað eyðkenda “hawaii”-ljóðið var við.

Longu tá var hann drivin upptøkumaður, so fleiri av hesum sangunum tók hann upp og aðrar við. Upptøkurnar vóru at hoyra í leygarkvøldssendingunum, sum tá vóru, og eru enn tann dag at finna í bandasavninum í Sortudýki.

Umframt at taka upp, hevði Milson góðan sans fyri, hvørjir effektir riggaðu, og eitt hitt besta dømið er óivað legendariska upptøkan av “Guitar Boogie”, sum ljóðaði so meistarliga væl frá Atla Hansen – ikki minst, tí Milson var farin at brúka ekkómaskinu og gav upptøkuni eitt eyka “twist”.

Á myndini síggjast Atli, Milson, Thomas Juul Askham og eg sjálvur, einaferð vit gjørdu okkum eitt sindur upp til eina myndatøku. Jú, mong og góð eru minnini at eiga!

Einaferð, Milson kom heim, hevði hann eina stóra ljósperu við sær, sum hann hongdi uppi yvir pallinum á Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað serliga við hesi peru var, at ljósið frá henni fekk alt hvítt at vera sjálvlýsandi. Sjálvandi fóru vit allir í hvíta skjúrtu, næstu ferð vit spældu – og tá vóru eygu í teimum, sum vóru komin í dans, nú allir lýstu so kritahvítir!

Tá ið fyrsta føroyska LP-plátan við løttum tónleiki kom út, tann reyðgula hjá okkum í Faroe Boys, stóð Milson sjálvandi fyri arbeiðinum at taka hana upp. Flestu upptøkurnar vórðu gjørdar í auluni í Hoydølum, og har sat Milson við sínum pulti mitt í høllini og hevði stýr á tí heila.

Vit tónleikarar stóðu uppi á pallinum, og alt var “one take”, so allir spældu alt út í eitt. Var onkur feilur, mátti alt takast upp umaftur, so tað ráddi um at fáa tað at rigga beinanvegin.

Ikki vardi leingi, til vóru boð eftir Milson í Útvarpinum, har hann endaði við at fáa fast starv og í mong ár var tekniskur leiðari. Tá ið eg seinni kom at arbeiða við barnaútvarpinum og øðrum har, høvdu vit aftur nógvar góðar dagar saman.

Tað var altíð stuttligt at vera saman við Milson, tí hann hevði góðan humoristiskan sans og dugdi ofta væl at síggja tað stuttliga í tí, sum fór fram. Eg síggi hann fyri mær við sínum hjartaliga látri, so tárini trillaðu.

Góða Sunnivá, børnini og tit avvarðandi!

Hóast vit eru mong, ið sakna Milson, hava tit mist mest. Gamaní fór nógv av hansara tíð til tónleikin, men altíð var familjan honum fremst í huga, tí tykkum var hann góður við fram um alt.

Hvíl í friði, góði vinur!

Robert

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder