HSF: Í dag var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá monnum skal møta í seinasta umfarinum av HM-undankappingini. Føroyar trektu vinnaran av play-off dystunum millum BosniaHersegovina og Kosovo. Hesir dystirni verða í mars. Hvørgan liðið vann seg til EM-endaspælið, sum Føroyar júst hava luttikið í. Føroyar vóru í bólki saman við Kosovo og vunnu báðar dystirnar, hin fyrra á heimavølli 32-21 og hin seinna á útivølli, 25-23. BosniaHersegovina endaði aftast í sínum innleiðandi bólki, aftanfyri Ísland, Georgia og Grikkaland. Teir vunnu tann eina dystin móti Grikkalandi og fingu harvið tvey stig.
Fyrri dysturin verður á útivølli miku- ella hósdagin 13./14. mai, meðan seinni verður Við Tjarnir leygar- ella sunnudagin 16./17. mai. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur í HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi í januar 2027.
Samlaða lutakastið sær soleiðis út:
Norðurmakedonia – Ukraina/Slovakia
BosniaHersegovina/Kosovo – Føroyar
Kekkia – Frakland
Sveis – Italia
Finnland/Montenegro – Slovenia
Serbia/Litava – Ungarn
Spania – Georgia/Ísrael
Grikkaland/Belgia – Niðurlond
Noreg – Turkaland/Rumenia
Eysturríki – Pólland/Lettland
Harumframt luttaka í HM-endaspælinum úr Europa, vertslandið Týskland, og verandi HM-vinnarar Danmark. Hartil ovastu fýra londini úr EM-endaspælinum, Kroatia, Ísland, Portugal og Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald