Ítróttur

Myndir: 07 Vestur 2-3 Víkingur

Víkingur fekk trý stig við aftur úr Sørvági

2022-03-05 17:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur tók í dag ímóti Víkingi í ársins fyrsta Betri-deildar dysti hjá monnum. 

Tað var 07 Vestur, sum legði seg á odda eftir 35. min. tá ið Mads Borchers skoraði. 07 Vestur hevði ikki meira enn fingið armarnar niður aftur tá ið Olaf Bárðarson javnaði til 1-1. Janus Samuelsen legði 07 Vestur á odda 2-1 beint fyri hálvleik.

Andreas Lava Olsen javnaði fyri Víking eftir 67. min. og Gunnar Vatnhamar legði teir ljósabláu á odda 2-3 eftir 76. min. sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder