Ítróttur

Myndir: 07 Vestur vendi 1-2 til 4-2

Seinasti dysturin í 3. umfari var í kvøld leiktur á Dungasandi tá ið 07 Vestur tók ímóti EB/Streymi.

2024-04-02 19:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur legði seg á odda við málið frá Benjamin Braithwaite, og leingi sá út til at hálvleiksstøðan fór at verða 1-0 til heimaliðið. Tá ið 3. minuttir vóru leiktir av yvirtíðini í fyrra hálvleiki javnaði Bergur Poulsen til 1-1.


Bergur Poulsen legði EB/Streym á odda 1-2 tá ið 54. Minuttir vóru leiktir. Kevin Egell Johnsen javnaði til 2-2 tá ið ein tími var leiktur. Kevin legði 07 Vestur á odda 3-2 tá ið 86. minuttir vóru leiktir. Løtu seinni staðfesti Emil Pedersen sigurin fyri 07 Vestur tá ið hann skoraði til 4-2 frá egnari hálvu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder