Vinna

Myndir: Vatnorkuverkið í Bø er sett til

Søguligur dagar var í Bø í gjár, tá ið vatnorkuverkið var sett til.

2026-02-27 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri 33 árum síðani fekk Heri Guttesen í Bø eitt hugskot, at hann skuldi hava eitt vatnorkuverk. Hugskotið fekk hann tá ið hann var í Norra. Hugskotið bleiv til veruleika í gjár, tá ið hann kundi trýsta á knøttin, og tendraði vatnorkuverkið.

Seinastu árini hevur Heri arbeitt við at fingið loyvini uppá pláss, og fór sjálv verkætlanin í gongd tíðliga í fjør tá ið arbeiði at leggja rør og gera demning omanfyri Bíggjar bygd.

Talan er um eina nýhugsan í Føroyum. Tað eru nøkur vatnorkuverk í Føroyum, men hetta er fyrsta av sínum slag, sum er so stórt sum framleiðir streym á netið hjá SEV.

Sagt verður, at vatnorkuverkið í Bø kann klára, at veita streym til Bíggjar bygd, Gásadal, og enntá eisini ein part av Sørvági tá ið framleiðslan gongur væl.

Hjúnini Heri og Jenny Guttesen høvdu bjóða bygdarfólkunum til eina hugnaløtu í Fjósinum. Fjósið í Bø er umbygt til matstovu, og stendur vatnorkuverkið nú eisini í fjósinum.

Veitari at vatnorkuverkinum er Irem í Italia. Ólavur Poulsen er umboð fyri Irem í Føroyum, og hevur hann eisini sjálvur eitt minni vatnorkuverk sjálvur. Zarepta og Kvívíkar kommunu hava eisini vatnorkuverk, men tey selja ikki at á netið hjá SEV.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder