Vinna

Norðborg hevur fiskað norðuri á 73N

Tað hevur verið góður fiskiskapur norðuri á 73N sigur skiparin á Norðborg - Jón Rasmussen, makrelurin er í góðum standi og hevur góða vekt.

2023-08-17 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Teir komu á Fuglafjørð fyri løtu síðan, teir landa 800 tons av feskum til Pelagos í kvøld, 300 tons av lýsi skulu upp í Fuglafirði, eisini bunkra teir til nýggjan túr í Fuglafirði.

Í morgin landa teir í Ánunum, teir hava 1.150 tons av frystum, alt heysaður makrelur og 235 tons av mjøli skulu eisini í land í Ánunum.

Sjómannadagur verður leygardagin í Klaksvík, so teir sigla ikki aftur fyrrenn leygarkvøldið sigur Jón Rasmussen við okkum á JN.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder