Vinna

Norðborg landar í Ánunum

Norðborg er komin undan Íslandi við fullari last, teir hava bunkrað í Fuglafirði í nátt og pumpað 200 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

2022-11-14 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í løtuni eru teir á veg í Ánirnar, har teir skulu landað 1.352 tons av sildafløkum/ heilfrystarii sild og 200 tons av mjøli.

Teir byrja at landa í Ánunum kl. 4 seinnapartin.

450 tons av heilfrystari sild og 902 tons av sildafløkum.

Skipari hendan túrin er Jón Rasmussen.

Teir fara nýggjan túr á middegi í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder