2025-10-28 09:19
Norðborg kemur á Fuglafjørð á middegi, har teir skulu bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.
Kl. 6 í kvøld skulu teir landa í Ánunum, Norðborg hevur fulla last, helmingurin av veiðuni er heilfryst og hin helmingurin eru sildafløk.
Teir hava verið til fiskiskap í íslendskum sjógvi í 12 dagar, hava roynt tætt vestur úr føroyska markinum.
Tað eru 28 mans við hendan túrin, skipari er Jóhan Isaksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald