Havið var reyði tráðurin á fundinum, har ráðharrarnir viðgjørdu felags avbjóðingar og møguleikar innan matvøruframleiðslu, tilbúgving, veitingartrygd og burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi. Londini vóru samd um, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond samstarva um felags loysnir í eini tíð við vaksandi óvissu og nýggjum avbjóðingum.
Á fundinum varð umrøtt, hvat kann gerast fyri at styrkja sjálvbjargni og tilbúgving á matvøruøkinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Enni, hevði eina framløgu um føroysku royndirnar á hesum øki. Samtykt varð at seta á stovn eitt norðurlendskt samstarv um matvøruveitingartrygd millum matvørumyndugleikarnar í londunum.
Eisini greiddi Havstovan frá sínum mátingum av havstreymunum í Atlantshavinum (AMOC), og hvussu broytingar í havstreymunum kunnu ávirka fiskastovnar, veðurlag og samfeløg í okkara parti av heiminum.
Bárður á Steig Nielsen nýtti eisini høvið at gera vart við føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hann vísti á arbeiðið við at dagføra Helsingforssáttmálan og heitti á limalondini um at stuðla Føroyum í hesum máli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald