Politikkur

Norðurlond styrkja altjóða samstarvið um veðurlag og umhvørvi

Norðurlendsku veðurlags- og umhvørvisráðharrarnir samtyktu í dag eina felags yvirlýsing um at styrkja altjóða samstarvið á veðurlags- og umhvørvisøkinum. Yvirlýsingin staðfestir eisini ynskið hjá Norðurlondum um at deila norðurlendskar loysnir við umheimin..

2026-09-28 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, luttók í morgun á talgildum fundi í Nordisk Ministerråd fyri veðurlag og umhvørvi, MR-MK. 

Norðurlond vísa, at ein miðvísur politikkur á veðurlags- og umhvørvisøkinum kann ganga hond í hond við kappingarføri, nýskapan, vælferð og tryggari orkuveiting. Tí hava vit eisini eina ábyrgd av at luttaka virkið í altjóða samstarvi, taka undir við felags málum og stuðla arbeiðinum at røkka teimum.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 

Í yvirlýsingini binda londini seg millum annað til at deila royndir, vitan og tøkni við onnur lond, so tey kunnu seta altjóða veðurlags- og umhvørvisavtalur í verk. Yvirlýsingin leggur dent á, at avtalur skulu umsetast til ítøkilig tiltøk, og vísir millum annað á arbeiðið undir lívmargfeldissáttmálanum og veðurlagssáttmálanum hjá ST, BBNJ-avtaluna um lívmargfeldi á altjóða havøki og altjóða plasttilgongdina. 

Á fundinum vóru eisini norðurlendskar raðfestingar til COP17 og COP31, arbeiðið hjá IOC við heimshøvunum og formansskapurin hjá Kongaríkinum í Arktiska ráðnum á skránni. 

Yvirlýsingin er ein framhaldandi staðfesting av norðurlendska samstarvinum um at verja náttúru og hav, steðga dálking og stuðla einum sterkum altjóða samstarvi. 

Les tíðindaskrivið hjá Nordisk Ministerråd her. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder