Vinna

Noy, ongin Suðuroyartunnil uttan um Vestmannatunnilin

Dennis Holm skrivar lesarabrævið, við yvirskriftini " Jú, Suðuroyartunnilin kemur".

2023-08-25 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Dennis Holm skrivar lesarabrævið, við yvirskriftini " Jú, Suðuroyartunnilin kemur". Hetta ger hann eftir at D&V gjørdi innslag við Karlot Hergeirsson úr Framsókn, og Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum um m. a. fígging av Suðuroyartunnlinum.

Hesir báðir vóru bangnir fyri, at um henda verkætlan verður førd út í lívið, so kemur tað nærum at steðga øllum øðrum íløgum her á landið, fleiri 10 ár fram í tíðina.

Hetta er júst tað sama sum vit í bólkinum "Ja til Vestmannatunnil", hava víst á, og sagt ikki má henda.

Vestmenningar hava, sum áður sagt mist tolið, og fara ikki at lata okkum linda, at bíða í 20 - 30 ár eftir nýggum ferðasambandið. Eg havi í øðrum lesarabrævið heitt á ting- og landsstýrisfólk her úr økinum, um ikki at verða við til at gerða nakra semju um langtíðaríløgukarm, og heldur ikki um nakran Suðuroyartunnil, um tunnilin til Vestmanna ikki stendur næst á skrá eftir at tunnlarnir norð um Fjall eru lidnir.

Henda áheitan stendur við! Eysturoyar/Sandoyartunnlarnir eru bundnir og fíggjaðir í einari verkætlan, og nú henda samgonga sigur seg arbeiða við at finna fígging til Suðuroyartunnilin, á uml. 4 milliardir, so vil eg staðiliga heita á tykkum um at fylgja hesum leisti, og at hækka hetta talið upp í 4,6 milliardir, so at fígging eisini er klár til Vestmannatunnilin, so fær pípan nokk eisini annað ljóð. Tí, sitandi samgonga skal vita, at tað verður trupult at sleppa uttan um vestmenningar, tá tala verður um infrakervið her í Føroyum framyvir.

Marner Joensen Vestmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder