Vinna

Nú er bensin bíligari enn diesel

Bæði Magn og EFFO hava broytt prísirnar á brennievni í dag

2022-11-08 20:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er nú bíligari at keypa bensin enn diesel.

Bæði Magn og EFFO hava broytt prísirnar á brennievni í dag.

Fyri fyrstuferð í meira enn tvær vikur er prísurin á brennievni broyttur. 

Nú kostar ein litur av bensini 13,51 kr, og er tað ein lækking í prísinum uppá 38 oyru/liturin. 

Ein litur av dieseli kostar nú 13,80 kr, og er tað ein hækking uppá 0,31 kr/liturin.

Hjá EFFO kosta 1000 litrar av gassolju nú 12.625 kr. Hjá Magn kosta 1000 litrar av gassolju 12.750 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder