Mentan

Nýggj fyrilestrarøð úr Aarhus Universitet

Fyrsti fyrilestur, ið verður 8. februar kl. 18 varpar ljós á lívmargfeldiskreppuna.

2022-02-01 12:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 heili okkara av ov lítlum svøvni? Hvussu bjarga vit hóttaða lívmargfeldið? Hvat kunnu vit læra frá víðgongda sodningarlagnum hjá slangum? Hvat vita vit um framtíðarinnar veðurlag?


Nógvir spurningar mugu svarast, tá ið Norðurlandahúsið enn eina ferð setur hol á eina nýggja sesong við stroymdum fyrilestrum í náttúruvísind frá Aarhus Universiteti.


Fyrsti fyrilestur, ið verður 8. februar kl. 18 varpar ljós á lívmargfeldiskreppuna. Professari í vistfrøði Jens-Christian Svenning er depilsleiðari á einum stórum altjóða granskingarmiðdepli við heitinum ’Center for Biodiversitetsdynamik i en verden under forandring ’. Í fyrilestrinum fer hann m. a. at greiða frá, hvat ávirkar lívmargfeldi, hvønn leiklut veðurlagið og menniskja hevur, og ikki minst, hvat vit sum samfelag kunnu gera fyri at tryggja eitt ríkt lívmargfeldi fyri komandi ættarlið.


Møguleiki er at seta spurningar til fyrilestrarhaldaran.


Fyrilestrarnir eru ókeypis, men tilmelding er neyðug.


Fyrilestrarskrá í vár:


  1. februar kl. 18 – Náttúrunar framtíð


  1. februar kl. 18 – Sovandi heilin


  1. mars – Veðurlagsbroytingarnar  


  1. mars – Ekstrem sodning


  1. mars – Flogmýs


Tilmelding á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder