
Týsdagin 21. oktober var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð fyri vali. Áðrenn fundin boðaði Hans Jákup Kollslíð frá, at hann ikki vildi verða valdur aftur í nevndina.
Sakaris Frederiksen var valdur aftur í nevndina, og fyri Hans Jákup Kollslíð er Halda Juul Olsen vald í nevndina.
Hartil er Tróndur Kollsker valdur sum nýggjur tiltakslimur.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Henny á Líknargøtu sum forkvinnu og Andriasi Sólsker sum næstformanni.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum sær tí soleiðis út:
- Henny á Líknargøtu, forkvinna
- Andrias Sólsker, næstformaður
- Sakaris Frederiksen, nevndarlimur
- Jenny í Heiðunum, nevndarlimur
- Halda Juul Olsen, nevndarlimur
- Tróndur Kollsker, tiltakslimur
Stutt um Ferðavinnufelagið
Høvuðsendamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál og at skapa karmarnar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum. Ferðavinnufelagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum stimbra førleikar og samstarv í vinnuni.
Les meira um felagið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald