Annað

Nýtt Frøði: Zombie-flugusoppur staðfestur í Føroyum

Forsíðugreinin í Frøði hesa ferð er um zombie-flugusopp, ið nú er staðfestur í Føroyum. Hesin flugusoppurin yvirtekur heilan á fluguni. Flugan missir valdið á kroppinum, og zombie-flugusoppurin fær hana at skifta atburð við tí endamáli at spreiða soppin víðari til aðrar flugur. Tað er Jógvan Fróði Hansen, ið hevur skrivað greinina.

2026-03-04 17:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rakul Maria Johannesen skrivar um ymsar mátar at goyma CO2 útlát í undirgrundini. Tøknin at gera hetta er áhaldandi ment seinastu 30 árini, og vit vita nú, at tað eisini er møguligt við tí grótinum, vit hava í Føroyum, at goyma CO2 í føroysku undirgrundini. Høvundurin heldur, at Føroyar eiga at halda somu kós, sum tey lond, ið longu eru farin undir at goyma CO2 í undirgrundini.

Eva Kjæld Hansen, Jens Ivan í Gerðinum, Dag Inge Våge og Svein-Ole Mikalsen hava eitt úrtak úr grein í Fróðskaparrit um eina ílegukanning, sum vísir, at seyður úr norðaru føroysku oyggjunum líkist burturúr og harvið víðkar um samlaða alheims seyðaarvafjølbroytni.

Jógvan í Lon Jacobsen leggur orðið ’ruðul’ undir luppin. Hann tekur støði í Sildavalsinum, har tað verður sungið um, at „Har er bert ruðul og eingin kós“. Hann hugleiðir síðani um, hvaðani orðið ruðul man stava.

Jógvan Hansen hevur í tveimum teimum seinastu Frøðiútgávunum skrivað um jarðfrøðina í Føroyum. Hesa ferð skrivar hann við dømum frá Streymoyarsyllini og fláum nærhendis henni um staðbundnar lendisbroytingar í sambandi við basaltiskar syllar.

Vit fáa eitt sindur meira av jarðfrøði í grein, sum Uni Árting, Barbara Biskupstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað. Úr nýggju bókini Føroysk mineral og grótsløg varpa tey ljós á nakrar av gimsteinunum í føroysku náttúruni. Føroya eiga teir fínastu soðsteinar, segði jarðfrøðingurin Thomas Allan, sum tíðliga í 1800-talinum var í Føroyum og savnaði mineral. Eitt úrslit av hesum var, at føroyskir soðsteinar og kalsedon prýða savnsskáp í øllum Evropa.

Ein onnur grein í blaðnum er um flogkykt. Jens-Kjeld Jensen og Shannon Goldberg skriva um, at fýra sløg av humlum eru farin at yngla í Føroyum seinastu 18 árini. Tað merkir, at nógvar plantur eru farnar at fræa, sum ikki áður hava borið nógv fræ. Hetta fer at broyta føroysku náttúruna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder