Feløgini Ango í Vági, Á Mølini (sum var 50% av Kinnfelli) og Gráastein leggja saman, og keypa skipið Jupiter.
Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at trý smærri feløg fara at leggja saman, og kemur tað felagið at hava stóra kvotu til eitt skip.
Sum vit skilja tað, so er tað felagið Ango, sum eigur skipið Ango. Felagið Á Mølini, sum eigur 50% av skipinum Katrin Jóhannu, og felagið “Gráastein” sum eigur skipið Biritu sum leggja saman.
Skipið Jupiter verður keypt til at fiskað kvoturnar, og kemur skipið tá at hava stóra kvotu.
Tað hevur so eisini við sær, at skipini Ango og Birita verða seld.
Les eisini: Snarfrost yvirtekur skipið Katrin Jóhannu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald