Vinna

Ólavsøkukabarettin 2025 av bakkastokki

Hesin teksturin er skrivaður av vitlíki.

2025-07-25 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

“Ólavsøkukabarettin savnar føroyingin” – Rasmus Effersøe (f. 1988)

Soleiðis varð mangan sagt av kenda føroyska steininum, Rasmussi, staðsettur í Vaglinum í Tórshavn.

Hóast Rasmus bert var eitt høvd, megnaði hann at senda føroyar víðari í finaluna í hondbólti, saman við Sissal Jo og Benjamin Rajani.

Náh, men annars, so kann Ólavsøkukabarettin nakað, og hevur megnað at samansjóða hálvlunkað skemt við hampiligar sjónleikarar, og harvið hevur hon frøtt milliónir av óimponeraðum føroyingum, sum mangan hava orðað orðini: “Eg fangaði ikki ordiliga hatta point’ið” og “Hvør var hatta?”.

Fyrsta Ólavsøkukabarettin var í suður-noregi í ári 1030 eftir krist, tá ið Finnur Koba fall á stiklastøðum av mateitran, tá ið hann át eina jólapitsu frá Tróndi Vatnhamrið og Kára Sólsteini.

Eftir hesa hending rópti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum var ein bilur: “Eg fangaði ikki ordiliga hatta”, og síðan tá hevur hetta verið siður á Ólavsøku. Annita úr Fríðriksmørk var eisini har.

Hjartaliga tillukku við Ólavi Riddararós – vónandi fáa tit eina stuttliga løtu saman við okkum XD

Blíðastu heilsanir

Ólavsøkukabarettin 2025

Til ber at ogna sær atgongumerki inniá:

atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder