Ein grundleggjandi fortreyt fyri at trívast er at hava eitt heim. Í Føroyum eru umleið 2,5 íbúgvar fyri hvørja búeind. Í Danmark eru 1,97 íbúgvar fyri hvørja búeind. Samansetingin av búeindum í Føroyum er umleið soleiðis:
- 82 % sethús
- 9 % Tvíhús ella raðhús og
- 9 % íbúðir
Seinastu árini er familjumynstrið í Føroyum broytt soleiðis at í 2010 vóru umleið 45 % av øllum húskjunum 1-2 vaksin uttan børn, til at tað í 2025 vóru 53 % av øllum húskjum sum vóru 1-2 vaksin uttan børn.
Trivnaður er ein fortreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi samfelag. Fólk, sum ikki hava trygg bústaðarviðurskifti, kunnu sjálvandi ikki trívast í sama mun, sum tey, sum hava trygg bústaðarviðurskifti.
Broytingarnar í familjumystrunum gera at eftirspurningurin eftir smærri bústøðum er hækkaður. Húskini eru alsamt fleiri, men útboðið av bústøðum hevur als ikki fylgt við.
Fólkaflokkurin ætlar at:
- Skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði
- Bústaðarbygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul
- Til fysta bústað skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast til eginfígging (Tey flestu sum hava arbeitt í 10 ár hava spart umleið 400.000 í eftirlønaruppsparing)
- Tey, sum keypa bústað fyri fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi
- Avskrivingarreglur fyri leiguíbúðir mugu tillagast
- Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskifti
- Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skal avgreiðast skjótari
Vel ein sterkan fólkaflokk
XA - Fía Selma Nielsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
(Tølini eru fingin frá Betri Banka)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald