Vinna

Omanfyri 20 ferðavinnuætlanir eru innkomnar

Freistin at lata inn ferðavinnuætlan var 31. desembur 2025

2026-01-07 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í mai 2024 var lógin um burðardygga ferðavinnu samtykt í løgtinginum, og í henni stóð millum annað í "§6 stk. 3. Ferðavinnuætlanin, sum skal góðkennast av landsstýrisfólkinum, skal vera liðug í seinasta lagi 31. desember 2025."

Vit hava vent okkum til Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum hevur málið um hendi.

Vit spurdu m.a. Tilfeingis- og vinnumálaráðið hvussu nógvar ferðavinnuætlanir eru komnar inn og nær arbeiði fer í gongd við at góðkenna ferðavinnuætlanirnar.

Svarið frá Tilfeingis- og vinnumálaráðið sæst niðanfyri.

"Omanfyri tjúgu ferðavinnuætlanir eru innkomnar. Nakrar kommunur hava sent inn fleiri ætlanir, fyri ymsar bygdir, oyggjar og øki í kommununi.

Umboð fyri Tilfeingis- og vinnumálaráðið og Visit Faroe Islands hava verið á fundum kring landið og tosað við kommunur um arbeiði at gera ferðavinnuætlanirnar. Tá hava nakrar kommunur sagt frá at teirra ætlanirnar eru ávegis, hóast tær ikki kláraðu at lata inn innan ásettu freistina.

Í samskiftinum við kommunurnar hevur stórur dentur verið lagdur á týdningin av at inndraga allar partar á staðnum í arbeiðið at gera ætlanirnar; bæði heimafólkið, tey sum varða av jørðini og møguligar ferðavinnuaktørar.

Fleiri kommunur hava skipað fyri fundum, bæði fyri teir partar, sum ætlanin viðvíkir mest og almennar borgarafundir, so at øll á staðnum kunnu koma til orðanna. Nakrar kommunur hava í hesum sambandi víst á, at tað ikki hevur borið til at skipa fyri nøkrum tílíkum beint fyri ársskiftið, og at tær tí eru seinkaðar. Tí verður roknað við, at tær ætlanirnar sum resta í, koma heilt skjótt.

Í næstum verður farið undir at gjøgnumganga ferðavinnuætlanirnar."

Sí eisini:

Prát við Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu

Viðmerking til skriv frá Vinnumálaráðnum.

Sí skrivi frá Vinnumálaráðnum her.

Hava gjørt 1500 metrar av gøtu og er brúgv gjørd um ánna úti á Grøv

Ferðafólkatalið methøgt í 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder