Mentan

Pallborðskjak á Giljanesi

Fríggjakvøldið 8. mai kl. 20 bjóðar Ungdómsráðið í Vága kommunu til pallborðskjak í skúlanum á Giljanesi.

2026-05-06 08:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Tey hava boðið tingfólkum at taka lut í pallborðinum, ið serliga fer at snúgva seg um bústaðartrupulleikar, ung og tøkni. 

Tingfólkini eru: Bjørg Brynhildardóttir Egholm (E), Hermann Samuelsen (B), Bjarni Kárason Petersen (F), Steffan Klein Poulsen (H), Fía Selma Nielsen (A) og Jóhannis Joensen (C). Limir í ungdómsráðnum eru vertir og leiða kjakið.

Eisini verður snarrøðu-kapping millum politisku ungmannafeløgini. Eitt umboð fyri hvørt felag fáa 150 sekund í part at bera fram røðu við evninum 'Framtíðin í Føroyum'. Ein dómsnevnd av ungum velur bestu røðu. 

Tiltakið er partur at fólkaræðisfestini Røddir, sum verður í skúlanum á Giljanesi 8. mai frá kl. 17 fyri ung í aldrinum 15-25 ár við verkstovum, básum og mati. Frá kl. 20 eru øll vælkomin - yngri sum eldri.

Sí meira um tiltakið á facebook og instagram


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder