Ítróttur

Pauli Poulsen føroyameistari í tíðarsúkkling

Mikukvøldið 3. september varð kappast í FM Veg tíðarsúkkling á Strondum.

2025-09-07 11:00 Author image
-
placeholder

Íalt 19 luttakarar kappaðust í opnum bólki og U19.

Í opna bólkinum settu oyggjaleikasúkklarar dagskránna, og nýggja felagið í Vágum, Vága Súkklufelag fekk sítt fyrst FM heiðursmerki.

Pauli Poulsen úr Troy vann kappingina við tíðini 38:35,3. Bergtór Tórsteinsson úr Norðstrok gjørdist nummar tvey við 40:36,5 og Jóanis Albert Nielsen úr Vága Súkklufelag gjørdist nummar trý við tíðini 41:42,5.

Í U19 bólkinum vann Jónatan Gregersen úr Troy við 53:12,3, frammanfyri Mikkjal Heðin Rosen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag (53:24,6) og Benjamin Crooks úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 1:02:09,7.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder