Vinna

Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð

Bjørn Kalsø skrivar.

2023-09-21 22:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nú landsstýrið leggur seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið, er hugaligt at hoyra um ætlanir at byggja nýggja ferju til kalsoyarleiðina. Vert er tó at vísa á, at neyðugt er við nógv fleiri túrum, um oyggin skal fjølgast, og vaksandi ferðafólkastreymurin stýrast við skili.

Sam, ið røkir siglingina í Kalsoynna, er væl egnaður til endamálið. Ein avbjóðing er tó, at Sam liggur við bryggju stóran part av degnum, heldur enn at sigla við fólki, akførum og farmi.

Orsøkin er, at játtanin til raksturin er ov lág.

Altjóða- og innlendis krøv um hvílutíðir hjá manningunum, gera tað ógjørligt at økja um túratalið við verandi játtan.

Skal oyggin fjølgast og vaksandi ferðafólkastreymurin stýrast við skili, er neyðugt við nógv fleiri túrum.

Pendulfráferðir um Kalsoyarfjørð
Verður góð millión eyka játtað til raksturin, og manningin økt við einum, á hvørjari vakt, ber til at sigla í pendulfráferðum um Kalsoyarfjørð.

Avbjóðingarnar við hvílitíðunum verða beindar av vegnum, tí manningin, sleppur undan at skeiða út ávísar tíðir á degnum, og kann ganga skiftivaktir og hvíla umborð.

Útlendingar yvirtikið farleiðina
Í nøkur ár hava dugnalig starvsfólk í VFI marknaðarført Føroyar, sum ferðavinnuland. Tað hevur havt við sær skjótt vaksandi ferðafólkatøl. Kalsoyarleiðin hevur av álvara merkt avleiðingarnar.

Oyggin er vøkur og áhugaverd at vitja, ikki minst hjá útlendingum. Av tí sama hava útlendingar yvirtikið farleiðina vár, summar og heyst.

Dekkið er stúgvað av leigubilum, bussum og útlendskum ferðafólkum frá morgni og út á seinnapartin. Ongar ábendingar eru um, at ferðafólkatalið fer at minka, heldur øvugt.

Oyggjabúgvar og føroyingar mugu við í raðfestingarnar
Eitt er at hjúkla um útlendsk ferðandi og ferðavinnuskrivstovur á fastlandinum. Annað aðalmál má vera at fáa oyggjabúgvar og føroyingar, sum ynskja at ferðast millum oyggjarnar við í raðfestingarnar. Tað kann millum annað gerast við øktum túratali.

Tá verður eisini betur grundarlag hjá lokalum at bjóða góð ferðavinnutilboð til gestirnar.

At byggja nýggjar ferjur at svínabinda, er eingin fynd í.

Tí er at vóna, at landsstýrið og Løgtingið raðfesta hægri rakstrarjáttanina til Sam, samstundis sum nýggj ferja verður bygd!

Útlendingar fíggja meirkostnaðin
Tað er gott fyri oyggjarnar, har ikki er landfast, at ferðaseðlakostnaðurin er lágur. Tó ber til at lata útlendingar gjalda meir, uttan at gera seg inn á hug teirra at ferðast. Ein háttur at fíggja part av meirkostnaðinum av øktum túratali, er at lata útlendingar gjalda meir.

Bjørn Kalsø

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder