Annað

Persónur farin fyri borð á Norrønu

Umleið kl. 19:00 í kvøld, 28. juni, kom fráboðan frá MS Norrønu um, at ferðafólk høvdu lagt merki til, at ein persónur datt av Norrønu.

2025-06-28 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skiparin tók alt fyri eitt avgerð um at seta eina leiting í verk, og norsk leitingarskip og tyrla frá Kystvakten leita nú á staðnum.

Meira kunning kemur seinni í kvøld.

Smyril Line

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder