
Hvørt húski fær:
- 1 plantu (prýðis- ella nyttuplantu)
- 1 pakka við 5 ymiskum urtum
Plantur í boði:
- Japanskur lerkur
- Balsam poppel
- Gásadalspíl
- Olearia Macrodonta
- Firvaldarunnar
- Ribs / sólber
- Rabarbur
- Jarðber (2 plantur)
Vel 5 av hesum urtum:
- Ertrar
- Sjokolátamynta
- Dild
- Sitrónmelissa
- Mynta
- Bótaurt
- Purleyk
- Oregano
- Timian
Ger várið grønari – og Vága kommunu við!
Plantupakkarnir eru eitt boð upp á, hvussu vit saman kunnu lívga um og seta lit á okkara nærumhvørvi. Vit ynskja at eggja fólki at planta og dyrka – tað kann vera í urtagarðinum, í krukkum á altanini ella í einum vindeygakarmi.
Tú fært ikki bara eina plantu og góðar urtir – tú ert við til at skapa ein grønari, vakrari og meira sjálvberandi Vága kommunu.
Allar planturnar eru sáddar og dyrkaðar her í kommununi av okkara egnu starvsfólkum – uttan flutning langvegis frá og og uttan at brúka tilgjørd evnir í framleiðsluni. Hetta er rein lokal framleiðsla, har vit brúka okkara egnu tilfeingi og vitan.
Tá tú heintar tín plantupakka, ert tú við til at byggja upp eina grøna, livandi og sjálvberandi framtíð fyri Vága kommunu – planta fyri planta.
Tað eru ikki óavmarkaðar nøgdir av hvørjari plantu, so tað eru tey sum koma fyrst sum fáa inntil tað er uppi. Havi egnan posa við til planturnar. Heitt verður á øll, sum koma við bili, um at parkera omanfyri vakstrarhúsið og ikki við høvuðsvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald