Ítróttur

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar..

2026-08-12 19:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólk skulu kenna seg trygg

Alsamt fleiri evropeiskir dystir hava verið spældir í Føroyum seinastu árini, og oftast verða hesir avgreiddir í góðum ítróttaligum anda. Tó so er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Kunning á Facebook

Á dystardegnum verður viðkomandi kunning frá Føroya Politi løgd á Facebook.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder