Tann 7. novembur í 2024 skrivaðu Vága kommuna og Sp/f 4.11.2024 undir avtalu um eitt leiguøki á útvið 9.000 fermetrar. Felagið hevði eina verkætlan har ætlanin var at byggja 15 smáttur.
Tann 14. Juli í ár vóru tær fyrstu fimm smátturnar klárar at taka í brúk, og fyrstu gestirnir gistu eisini tá, og eru nú hinar 10 lidnar, og eru tiknar í brúk. Frá Vatnahúsunum verður upplýst, at hóast tey komu seint í gongd í summar, hevur sølan gingið sera væl. Fólk hava tikið væl ímóti Vatnahúsunum.
Talan er um ein ferðavinnudepil, sum helst kemur at lyfta føroysku ferðavinnuna á eitt hægri støði.
Pláss eru fyri seks fólkum í hvørjari smáttu, og hevur tað við sær, at 90 fólk kunnu gista har samstundis.
Smátturnar liggja í einum vøkrum umhvøri, og hava tær útsýni bæði ímóti Trøllkonufingri og Trælanípu, sum man vera eitt tað størsta ferðavinnumálið, sum er í Føroyum.
1100 navnauppskot komu inn tá ið navnakapping var, og bleiv navnið Vatnahúsini valt – á enskum The Lakehouse.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald