Annað

Stuttfilmur hjá Lotto um Lítla Dímun / Hvalba vann gull á True Awards 2026

Filmurin ”Da heldet kom forbi Færøerne” vann fríggjadagin 30. oktober gull á tiltakinum True Awards, sum árliga letur heiðurslønir til lýsingarfilmar í Danmark..

2026-11-10 21:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Filmurin sigur søguna um, hvat hendi, tá ein Lotto-vinningur upp á 20 mió. kr. endaði í Hvalba, og hvønn týdning tað hevði, at vinnarin gjørdi av at lata bygdini ein part av vinninginum.

Gjørt filmin hava Danske Spil, Robert/Boisen + Like-minded og framleiðslufelagið Gobsmack, og verkætlanin hevur verið á veg í fleiri ár. Hon var krevjandi, og vóru hvalbingar ikki so samstarvsfúsir, varð hon ikki veruleiki.

”Hetta var ein sera stuttlig og fløkt søga at siga. Vit fáa víst við andlitum, hvat hendir, tá ein milliónavinningur endar í eini lítlari bygd. Við gávumildninum hjá vinnaranum síggja vit, hvussu stóran mun vinningurin ger. Bygdarfólkið dugir sera væl at verja vinnaran, og hetta verður tí eisini ein fín søga um samanhald í bygdini,” sigur Heinrich Vejlgaard, kreativur leiðari hjá Robert/Boisen + Like-minded.

20 mió. kr. og ein óbygd oyggj

Aftrat tí at siga frá gátuni um tann loyniliga Lotto-vinnaran lýsir filmurin stoltleikan hjá hvalbingum, ta 414 metrar høgu Lítlu Dímun, har hvalbingar í øldir hava havt seyð gangandi. Tað, sum ger søguna serliga, er, at vinnarin brúkar ein part av vinninginum upp á ein bát, sum skal gera tað lættari hjá hvalbingum at flyta seyð úr oynni.

”Lítla Dímun er eitt av teimum mest hugtakandi og stórslignu støðunum, eg nakrantíð havi vitjað. Bara tað at fara í land á oynni og uppliva tað, sum hvalbingar kalla øvugta hæddarræðslu, er ein uppliving, eg ongantíð gloymi. Tá ið tú gongur í brøttu líðunum, hevur náttúran valdið á tær, og á undurfullan hátt knýtir tú teg at oynni. Tú torir næstan ikki annað,” sigur Martin Gulnov, framleiðari.

Grundgevingin hjá dómarunum

Grundgevingin á True Awards fyri at lata filminum um hvalbingar og Lítlu Dímun gullheiðursløn var hendan:

”Gullið verður latið einum flógvum og menniskjaligum filmi, har vørumerkið verður lýst líka natúrliga sum landslagið og fólkini. Hendan stilla heimildarfrásøgnin vísir, hvønn týdning hepnið hevur, tá eitt lítið lokalsamfelag eisini fær ágóða av tí.”

Síðan hvalbingar fingu tann serbygda bátin frá vinnaranum, eru teir farnir at sigla ferðafólk út í Lítlu Dímun. Tann nattúruvakra oyggin hevur tí nú uppaftur meira at bjóða ferðafólki.

”Við teirri viðurkenning, sum tað er at vinna gull á True Awards, kennist tað sum at koma ringin runt. Ferðin at siga hesa søguna hevur verið drúgv og stundum trupul, og avgerandi fortreytir fyri henni hava verið álitið og opinleikin, sum hvalbingar hava víst okkum. Eisini er tað serligt at síggja filmin fáa ta viðurkenning, hann hevur fingið. Tá ið avtornar, er hetta ikki bara ein søga um ein Lotto-vinning, men um eitt samfelag, har hepnið ikki bara gagnaði einum persóni, men gjørdi mun hjá mongum,” sigur Morten Bundgaard, framleiðslustjóri hjá Gobsmack.

Filmurin kann síggjast her: https://youtu.be/hx1GkbGesEY?si=fpFXYGl8A7ErKJq0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder