Annað

Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar. Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi til Conference League-dystin millum HB og Brøndby, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli 2025.

2025-07-22 11:06 Author image
Politi
placeholder

Nógvar fyrireikingar til Conference League-dystin

Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í mun til Conference League-dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder