Vinna

Prísurin á brennievni er aftur lækkaður

EFFO broytti prísirnar í gjár, og Magn hevur broytt teir í nátt.

2022-11-16 07:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun kostar ein litur av bensini 12,91 kr, og er tað tað sama, sum ein litur av bensini kostaði 23. mars í ár. Bensin prísurin toppaði tann 16. juni í ár, tá kostaði ein litur 15,48 kr. Prísurin á bensini er lækkaður 2,57 kr/liturin síðani í summar. Prísvøksturin á bensini er annars 24% síðani tann 1. januar í ár.

EFFO lækkaði prísin á dieseli niður á 13,63 kr/liturin, og hevur MAGN lækkað prísin niður á 13,55 kr/liturin. Diesel toppaði tann 22. juni, tá kostaði ein litur 13,99 kr. Prísvøksturin á dieseli er 60% higartil í ár.

Bæði Magn og EFFO selja í morgun 1000 litrar av gassolju fyri 12375 kr, og er tað 0,94 kr/liturin minni enn tá ið prísurin toppaði 29. juni. Prísvøksturin á gassolju er higartil í ár 60%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder