Fráboðanir nágreiniliga gjøgnumgingnar
Tá ein myndugleiki metir, at eitt lógarbrot er framt á teirra øki, verður hetta fráboðað politinum. Politiið skal síðani kanna málið og ákæruvaldið meta um, hvørt prógvbyrðan í málinum kann lyftast. Starvsfólkini í bæði politinum og ákæruvaldinum leggja stóra orku í hetta arbeiðið júst fyri at tryggja rættartrygdina í Føroyum.
Økt arbeiðsorka
Føroya Politi viðurkennir, at langar málsviðgerðartíðir ikki eru nøktandi. Tað eru ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið viðgerðin av einum máli dregur út. Tá ið talan til dømis er um serlóggávu ella um mál, sum eru tey fyrstu av sínum slagi í Føroyum, kann málsviðgerðartíðin verða long. Tað er tó ikki nøktandi, at mál fyrna, meðan tey liggja hjá einum myndugleika – uttan mun til hvønn myndugleika talan er um. Fyrningarfreistin í málum av hesum slagi er tvey ár. Freistin verður ikki roknað frá tí degi, málið verður meldað til politiið, men frá tí degi lógarbrotið er framt.
Føroya Politi hevur gjørt vart við tørvin á øktari arbeiðsmegi til bæði politi og ákæruvald fyri m.a. at tryggja styttri málsviðgerðartíð. Orsakað av hesum hevur Føroya Politi fingið møguleika at seta fleiri starvsfólk seinastu mánaðirnar, og fleiri starvsfólk eru á veg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald