Vinna

Reisigildið fyri stórari høll á Fútakletti

Í dag hevur reisigildið verið fyri høllini Hiddenfjord letur byggja á Fútakletti.

2024-04-05 18:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja høllin Hiddenfjord letur byggja á Fútakletti er 4500 fermetrar til støddar, og skal eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið.

Í høllini eru seks kør, og hava tey pláss fyri umleið 80 tonsum av smolti hvør. Tað hevur við sær, at eftir ætlan kunnu um 600.000 smolt ælast samstundis í nýggju høllini. Tá verður hugsað um, at smoltini eru 800 gramm.

Høllin skapar nógv arbeiði hjá føroysku veitaravinnuni. Jóannes Olsen, ið er útbyggingarleiðari fyri smoltstøðina hjá Hiddenfjord letur sera væl at gongdini higartil. 

Nevnast kann eisini, at Hiddenfjord er farið í gongd at grava út til næstu høllina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder