Vinna

Rescue Ziska sleipaði útróðrarbát og Rescue Sverra á Miðvág

Sverri fekk enda um skrúvuna tá ið hann skuldi sleipað ein útróðrarbát

2025-12-04 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 19:50 fyrradagin fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði brúk fyri sleipið. 

Boð blivu send eftir Rescue Sverra, sum fór av Miðvági, men fekk ein enda um skrúvuna tá ið hann nærkaðist útróðrarbátinum. Tá var hann staddur 11. fjórðingur vestur úr Skúvoynni.

Rescue Lív var til eftirlit, og tí blivu boð send eftir Rescue Ziska, sum sleipaði bæði Sverra og útróðrarbátin á Miðvág. Bátarnir vóru á Miðvági klokkan 03:50.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder