Herdir dómar í landsrættinum
Ein maður, sum varð frídømdur í Føroya Rætti, varð dømdur 8 ára fongsulsrevsing í landsrættinum, og harumframt fingu tveir av hinum dømdu eina herda revsing.
Dómarnir í landsrættinum fullu soleiðis:
- 32 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing (6 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 41 ára gamal maður: Staðfesting av dómi (11 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti
- 46 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (7 ára fongsulsrevsing í Føroya Rætti)
- 44 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing (Fríkendur í Føroya Rætti)
Smugling við seglbáti til Føroya
Í mars 2025 vórðu fýra fólk dømd langar fongsulsrevsingar í Føroya Rætti fyri smugling av 22 kg av hassji og 3,8 kg av amfetamini úr Danmark til Føroya. Tveir persónar vórðu tá fríkendir. Les meira um málið í Føroya Rætti her: https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/4-folk-doemd-fyri-rusevnasmugling-vid-seglbati-til-foeroyar/2025/03/07
Teir fýra dømdu kærdu dómin hjá Føroya Rætti til landsrættin. Tríggir av teimum kærdu til frídøming, meðan tann fjórði kærdi fyri at fáa linari revsing. Ákæruvaldið kærdi allar fýra dómar fyri at fáa herda revsing, og eina frídømingin varð eisini kærd.
Fýra av kærunum eru nú viðgjørdar í Eystari Landsrætti í Keypmannahavn, meðan seinasta kæran verður viðgjørd í Eystara Landsrætti í Føroyum í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald