Vinna

Samskip Hoffell fekk maskinbrek í ein útsynning úr Suðuroynni

Klokkan 03:30 tann 17. apríl fekk farmaskipið Samskip Hoffell maskinbrek

2026-04-18 23:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

101 metra langa farmaskipið Samskip Hoffell fekk náttina til fríggjadag maskinbrek í ein útsynning úr Suðuroynni.

Á heimasíðuni hjá MRCC sæst, at hesi vóru við í hjálparveitingini - Brimil, Finnur Fríði, Faroe Agency, Vørn, Mest, Samson, Anna og Mrcc Tórshavn.

Brimil kom til farmaskipið klokkan 17 seinnapartin fríggjadag, og byrjaði at sleipað Samskip Hoffell. 

Um middagsleitið í dag kom Brimil á Runavík við Samskip Hoffell. Við Eystnes komu hjálparbátarnir Samson og Anna, Brmili til hjálpar at fáa farmaskipið trygt inn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder