2026-03-14 16:13
Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at Sandavágs Talvfelag er Føroyameistari í talvi, Sandavágur skuldi bert vinna eitt stig ímóti Havnar Talvfelag, fyri at vinna FM í 1. deild - Høgni vannn á 1. borði og Rógvi telvaði javnt á 2. borði, hini talvini vóru ikki liðug, tá ið vit hoyrdu seinast, men staðfestast kann at Sandavágur hevur vunnið FM í ár.
Myndir síggjast niðanfyri her.
Myndir: Seinasta umfar í talvi er í gongd á Giljanesi
Vit ynskja Sandavágs Talvfelag hjarrtaliga tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald