2026-05-31 16:08
Ferðamannaskipið Seaventure kom í morgun á Sørvág. Tað var eisini í Sørvági 22. mai. Skipið kom aftur til Føroyar í gjár, og vitjaði tað tá í Oyndarfirði.
Skipið er bygt í 1990. Tað er 111 metrar langt og 17 metrar breitt.
Yvirlit yvir vitjanir í Vágum í 2026:
• 22. mai vitjar Seaventure Sørvág
• 25. mai vitjar Sea Spirit Sørvág
• 31. mai vitjar Seaventure Sørvág
• 3. juni vitjar National Geographic Miðvág
• 7. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
• 12. juni vitjar Silver Wind Sørvág
• 25. juni vitjar National Geographic Miðvág
• 25. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
• 16.-17. august vitjar Nordstjernen Bø
• 23. septembur vitjar National Geographic Miðvág
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald