Annað

Seðlarnir koma út klokkan 22 í kvøld

Um middagsleitið var ein grind funnin á Árnafirði, tað vóru fólk av landi, sum boðaðu frá grindini.

2023-09-22 19:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grindin var hildin til í Hvannasundi, og gekk drápið væl. Tað tók einans seks minuttir.

42 hval løgdu beinini.

Jens Jensen, sýslumaður sigur, at seðlarnir koma út klokkan 22 í kvøld, og býtt verður í drápspartar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder