2026-05-22 16:00
Umsóknarfreistin til starvið sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum er nú farin.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur fingið seks umsóknir til starvið. Bæði kvinnur og menn eru millum umsøkjararnar.
Starvið fevnir bæði um ábyrgdina at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum og at vera sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.
Heilsu- og orkumálaráðið fer nú undir tilgongdina at viðgera umsóknirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald