Royndirnar í Føroyum vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum, tí nógv verður brúkt, tá ið inntøkurnar eru stórar og øvugt. Tað sæst millum annað við, at landskassin og kommunukassarnir hava stór hall í bestu tíðum.
Tískil er tað skilagott, at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar útreiðsluvøksturin í millumlanga siktinum og tryggjar fíggjarpolitiskt haldføri í langa siktinum.
Eitt fíggjarpolitiskt regluverk skal seta eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu veksa árliga, uttan mun til, hvussu inntøkurnar veksa. Tað vil siga, at útreiðsluhámarkið ikki skal fylgja gongdini í inntøkunum.
Fíggjarpolitiska regluverkið eigur somuleiðis at áseta, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í einstaka árinum, men yvir 4 ella 5 ár, skal fíggjarlógin javnviga. Hall á fíggjarlógini skulu fíggjast, og ein áseting um at fíggjarlógin skal javnviga yvir 4 - 5 ár er neyðug, fyri at skuldin ikki sleppur at veksa ár eftir ár. Politisku myndugleikarnir eiga í hesum sambandi at taka støðu til, hvussu stór skuldin hjá almenna geiranum í mesta lagi kann vera. Um fíggjarpolitiska regluverkið ikki hevur nakra áseting um saldo og skuld, so er eingin binding í regluverkinum.
Eisini eigur fíggjarpolitiska regluverkið at áseta, at politisku myndugleikarnir framskriva almennu inntøkurnar og útreiðslurnar 10 og 20 ár fram, so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp, so tað er gjøgnumskygt, hvussu tiltakið ávirkar inntøkurnar og útreiðslur.
Um endamálið við fíggjarpolitiska regluverkinum skal røkkast, mugu kommunalu útreiðslurnar takast við í yvirskipaðu stýringina. Ein stórur og vaksandi partur av almennu útreiðslunum er skipaður í kommunala geiranum.
Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.
Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald