Vinna

Sjómannakvøld við línu á skránni 

..

2026-11-17 17:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Sjómannakvøld við línu á skránni 

Leygarkvøldið 21. november kl. 19.00 fara vit undir nakað nýtt, sum vit vóna kann gerast eitt afturvendandi tiltak, nevniliga sjómannakvøldini.

Hesa ferð verður evnið lína og stállínuskip. Til høvið hava vit boðið fýra sjómonnum at líta aftur á tíðina umborð á línuskipi. Gardar Joensen, Richard Leonson, Ingolf Johannesen og Gudmund Gudmundsen hava allir verið við línuskipi og fara at sita í panelinum hetta kvøldið. Jørgen Niclasen verður vertur, og fer at leiða prátið.
Vit gleða okkum at hoyra teir greiða frá upplivingum og minnum frá tíðini til sjós, bæði í gaman og álvara.

Harmonikutónleikur og felagssangur verða á skránni, mikrofonin verður frí, og kaféin er opin.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt sjómannakvøld við góðum práti, sangi og søgum frá lívinum á sjónum. Afturat hesum verður stór myndaframsýning av línuskipum og modelskipum, sum eisini verður spennandi at síggja. Vit vóna at síggja nógv fólk og vænta, at Messan verður fullsett
 
Kostnaður: 150 kr.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder