2025-07-12 21:13

Nevndin valdi einmælt navnið Messan til nýggja húsið.
Navnakappingina vann ungi miðvingurin, Ian Nolsøe Joensen.
Grundgevingin til navnið er:
- Sørvágur er gomul fiskivinnubygd.
- Orðið er gamalt, sum vit binda at sjónum og sjólívi.
- Messuprát har mannskapið hittist til prát og at skaffa.
- Í messuni er lív í. Har verða søgur sagdar og sangir sungnir.
- Messan samlar alla manningina. Høg sum lág.
- Orðið er lætt at benda.
- Hugsi um lýsingar til tiltøk í húsinum.
- Ung kenna ofta ikki til gomlu hugtøkini og orðini.
- Navnið MESSAN er við til at varðveita orðið millum manna.
- Húsið skal samla Vágar og Føroyar til tiltøk til álvara og gaman.
- VIT SAMLAST Í MESSUNI.
Nevndin takkar Iani fyri beinrakna navnið og grundgevingina. Somuleiðis takk til tykkum øll fyri hini uppskotini.
Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.
Tað bleiv eisini trekt lut ímillum øll 126 innkomnu uppskotini, um 5 gávukort frá Vága Kajak:
Vinnarnir her vóru:
Dánial Jacobsen
Eyðun Lamhauge
Páll Poulsen
Jón Johansen
Mourits Mohr Joensen
Við bestu kvøðum.
MESSAN
Sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald