Mentan

SkúlaFM í verkætlan

Fríggjadagin 25. februar verður finalan í SkúlaFM 2022, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.

2022-02-23 16:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Næmingarnir hava fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.
Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.


3 næmingar í Skúlanum á Giljanesi eru við í SkúlaFM.
Tað eru Lív Wiberg í 8. a og Johanna Ludvig Kjelnæs og Ronja á Lofti í 9. a.

Her eru tær saman við læraranum í íverksetan, Inga Wiberg,


Vit ynskja teimum góða eydnu fríggjadagin, tað skrivar Skúlin á Giljanesi á heimasíðuni SAG.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder