Mentan

Soleiðis sær út á Vágsbøi í dag

Vágsbøur verður ruddaður í dag og í morgin

2022-08-07 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið hevur føroya størsti festivalur verið í Klaksvík. Nógv fólk vóru aftur í ár á ársins Summar Festivali, sum ikki hevur verið síðan 2019.

Myndina tóku vit um døgurða tíð í dag, og vísir myndin Vágsbø, sum er økið frammanfyri stóra pallin á festivalinum har fleiri av teimum stóru nøvunum á festivalinum spældu.

Tað var eisini sera gott lív í á Vágsbøi til konsertirnar hjá m.a. Alan Walker, Dynamit, Swangah og Rasmus Bjerg, tí er tað ikki so løgið at Vágsbøur sær soleiðis út, sum hann ger í dag.

Sí eisini: 

Myndir frá hóskvøldinum á Summar Festivalinum

Myndir frá fríggjakvøldinum á Summar Festivalinum

Myndir frá leygardegnum á Summar Festivalinum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder