Ítróttur

Sørvágur fær nýggjan festival

.

2026-03-05 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Sørvágur fær nýggjan festival.

Í døgunum 25.–27. september 2026 verður Sørvágur karmur um ein serstakan dyppi og vælverufestival, har felagsskapur, náttúra og vælvera ganga hond í hond.

Festivalurin er fyri øll, ið hava hug at royna kalda vatnið, njóta hitan, rørslu, tónleik og hugnaligar løtur saman. Dyppi og vælverufestivalurin í Sørvági er ein møguleiki at steðga á, styrkja kropp og sinn og vera saman í einum jaligum og upplyftandi felagsskapi.

Festivalurin verður á Dungasandi uttanfyri dansistovuna og fótbóltsvøllin.
Her verða ymisk kaltvatnskør, sauna, saunagos, ymiskar verkstovur við eitt nú yoga og andadráttsvenjingum. Sølubásar við mati, kaffi/te, møguleiki at keypa andlitsmaskur, ymiskt til kroppin, massagu og cupping-viðgerðir.
Vit byrja festivalin við upphiting og eini felagsdypping á Breiðá. Skipað verður fyri m.a. gongutúrum, bindihugna, live tónleiki, og leygarkvøldið endar festivalurin við eini hugnaløtu.

Ætlanin er at skipa økið soleiðis, at møguleiki verður at koma við kampingvogni og njóta alt vikuskiftið á økinum.
Meira kunning um festivalin, um skránna og atgongumerkjasølu kemur seinni.

Til ber at fylgja okkum á Facebook: Dyppi & vælverufestivalurin.

Við dyppikvøðu,
Nencia Thomassen & Maria Samson
Fyrireikarar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder